Ikki færri enn seks dystir sunnudagin

Hondbóltur: Úrslitið á Skála mikukvøldið gjørdi, at einki lið longur er ósigrað, hvørki hjá kvinnum ella monnum, nú grundspælið er komið gott og væl í helvt. Og tað er tekin um eina javna og góða kapping

Eingin hondbóltur verður leygardagin, burtursæð frá felagsvenjingunum hjá ungdómslandsliðnum, men sunnudagin vera ikki færri enn seks dystir ? tríggir hjá kvinnum og tríggir hjá monnum.

Lat okkum bara beinanvegin biðja vestmenningar um umbering fyri, at vit í blaðnum í gjár tóku fyrsta plássið frá teimum. Tað var ein roknifeilur frá blaðmansins síðu, sum elvdi til, at vit góvu H71 oddasessin, men veruleikin er tann, at VÍF er nummar eitt við einum málmuni, sum er eitt vet betri enn tann hjá hoyvíkingum.

Í morgin fær VÍF høvi at betra enn meira um málmunin hjá sær. Tá spæla teir í Vestmanna móti KÍF, sum loypti hvøkk á við at vinna á H71, men nú eru vestmenningar ávaraðir, og teir gera neyvan sama mistak sum hoyvíkingar og undirmeta liðið hjá kollfirðingum.

KÍF-liðið er styrkt nógv síðani kappingin byrjaði, einamest av Allani Mørkøre, men tað verður neyvan nóg mikið til at koppa føroyameistarunum, sum tykjast hava fingið ferð á aftur við sigrum móti Tjaldrinum og Neistanum.

Og tað eru júst Tjaldrið og Neistin, sum spæla í høllini í Runavík í morgin. Tjaldursmenn eru fleiri ferðir komnir illa fyri, síðani teir byrjaðu kappingina eitt sindur seinni enn øll hini liðini. Teir fyrstu fýra dystirnir eru taptir, og mótstøðuliðini hava ligið um 40 mál hvørjaferð. Tey munnu vera fá, sum rokna við, at Tjaldrið fer at sleppa av niðasta plássinum aftur, og Neistamenn ætla neyvan at geva teimum nakra vón heldur. Teir hava nú tapt tríggjar ferðir á rað ? móti oddaliðunum VÍF, H71 og Kyndli ? og eru helst óðir eftir at vinna aftur eftir góðu byrjanina, teir fingu upp á kappingina.

Triði dysturin í morgin man vera tann mest áhugaverdi. Hann stendur millum H71 og Kyndil, sum í løtuni eru á odda saman við VÍF við átta stigum í part.

Tá liðini spældu tann 11. oktober ? í fyrsta umfari av kappingini ? vann Kyndil við einum máli, og tá gjørdi H71-venjarin Hans Guðmundsson vart við seg við at skjóta 17 av málunum hjá hoyvíkingum. Nú er Finnur Hansson aftur at síggja á liðnum hjá H71, og hann styrkir nógv um liðið, eins og Neistamenn fingu at kenna mikukvøldið.

Kyndil tapti fyri fyrstu ferð mikukvøldið, tá teir lógu undir móti StÍF. Tað merkti eisini, at øll liðini longu hava tapt, nú grundspælið er komið so nøkulunda í helvt. Úrslitið á Skála vísti eisini, at hóast strandingar og skálamenn eru komnir illa frá byrjan, kunnu vit framvegis rokna við teimum, og tað ger bara kappingina enn meira spennandi og áskoðaravinarliga. StÍF hevur annars frí hetta vikuskiftið hjá bæði monnum (teir skulu døma í staðin) og kvinnum.

Um tað verður H71 ella Kyndil, sum vinnur í morgin, er ógjørligt at siga, men at tað verður spennandi, skuldi verið heilt víst.


Kyndil til Vestmanna

Eisini hjá kvinnunum sær tað spennandi út, tí eisini har hava øll liðini longu roynt at tapt, eins og øll liðini longu hava fingið stig.

Mest áhugaverdi dysturin hjá kvinnunum hesaferð verður ivaleyst í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti oddaliðnum Kyndli. Fyrr í ár vann Kyndil rímiliga trygt á VÍF í Havn, men í morgin er tað ein nýggjur dystur, og sum kunnugt er eingin dystur vunnin, fyrr enn hann er spældur.

Kyndil tók oddasessin frá Neistanum aftur mikukvøldið, tá tær í einum spennandi dysti vunnu tepurt á StÍF, og við einum sigri í morgin kunnu tær draga frá øllum liðunum uttan Neistanum, sum í løtuni sær út til at vera einasta liðið, sum fylgir við føroyameistarunum. Hinvegin kann VÍF við einum sigri minka munin upp til Kyndil niður í tvey stig, og tá hava VÍF-kvinnurnar framvegis spælt ein dyst færri enn Kyndil.

Neistin fer inn á Kambsdal at spæla móti GÍ/Tjaldrinum, sum tær høvdu óvæntað stórar trupulleikar av í øðrum umfari av kappingini og vunnu við einum einstøkum máli. Síðani tá eru nógvir dystir spældir, og tað hevur gingið væl hjá Neistanum, meðan tað hinvegin ikki hevur gingið so væl í hond hjá samanlagda eysturoyarliðnum. Tær taptu seinast í Vági, og tað merkti, at tær duttu niður á niðasta plássið í deildini við verri málmuni enn júst VB. Tað gongur striltið at fáa spælið at koyra í løtuni, og Neistin er favorittur í morgin.

Kvinnurnar hjá Stjørnuni fara langu leiðina suður til Vágs, har tær spæla í morgin. Tað gongur eitt sindur upp og niður hjá klaksvíksliðnum, sum tykist at vinna teir dystirnar, tær »skulu« vinna (móti botnliðunum), meðan tað gongur eitt sindur meira striltið móti oddaliðunum (hóast tær eru einasta lið, sum hevur vunnið á Kyndli í ár). Í so máta er dysturin í morgin ein dystur, sum Stjørnan »skal« vinna, og um tær ikki gera tað, er tilveran í miðjuni av deildini longu grundløgd.

VB fekk síni fyrstu stig móti GÍ/Tjaldrinum seinasta vikuskiftið, og tær vilja ivaleyst hava fleiri, og tað skjótast gjørligt. Ein góður møguleiki er longu í morgin, og um tað eydnast hjá vágskvinnum, eru tær komnar upp á sama stigatal sum StÍF, sum ikki spælir aftur fyrr enn mikukvøldið, tá tær skulu til Vestmanna.


Jøvn og góð kapping

Sum heild er tað hugaligt at síggja, at so at siga øll liðini kunnu vinna á øllum. Hjá monnunum hevur StÍF vunnið á Kyndli, KÍF hevur vunnið á H71, og VÍF, sum var favorittur undan kappingini, og sum hevur verið føroyameistari seinastu tvey árini, hevur eisini tapt ? enntá tvær ferðir.

Hjá kvinnunum hava øll liðini eisini tapt, og øll hava eisini vunnið. Tað er gott fyri kappingina, at vit ikki hava nøkur avgjørd topplið og botnlið (burtursæð frá Tjaldrinum hjá monnum), og tað skuldi eisini verið gott fyri framgongdina, øll tosa um í føroyska hondbóltinum.

Dómararnir hava longu fingið okkurt toyggið, og aftur í blaðnum í dag er dómaraspurningurin uppi og vendir. Sum Hallur Danielsen sigur í dag, og sum Lotte Sørensen eisini segði í síðstu viku, so er neyðugt at dómararnir eisini fylgja við framgongdini, men at teir eisini mugu fáa størri uppbakking, m.a. frá HSF.

Hondbóltskappingin koyrir víðari í morgin, og dømingin koyrir við. Í annaðkvøld kann nógv vera broytt á støðutalvuni, og tað er eitt tekin um, at kappingin er jøvn og góð.


Dystir og dómarar


1. deild menn:

Tjaldrið-Neistin

dómarar úr Kyndli

KÍF-VÍF

dómarar úr StÍF

H71-Kyndil

dómarar úr Neistanum


1. deild kvinnur:

VÍF-Kyndil

dómarar úr StÍF

GÍ/Tjaldrið-Neistin

dómarar úr Kyndli

VB-Stjørnan

dómarar úr StÍF