Ikki í gongd

Tjaldur hevði undan dystinum ímóti Stjørnuni í KÍ-høllini í gjár enn ikki tapt ein dyst í Sunset-kappingini, men tað tóktist ikki oyðileggja dagin hjá Anniku Thomsen og hinum úr felagnum í Runavík.
– Eina ferð skuldi verða fyrstu ferð, at vit taptu í hesum kappingarárinum, og so var tað bara gott fyri okkum, at tað hendi í einum dysti, sum ikki hevði so nógv at siga, segði hon.
– Vit fylgdust nokk so væl í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fingu vit ikki spælið at flóta og fingu heldur ikki ferð á, meðan tær bygdu tað upp og fingu meira og meira ferð á. Tí vunnu tær dystin.
Annika Thomsen tekur undir við navnanum Ljósstein, at tað dystirnir ímóti Stjørnuni eru stuttligari enn hinir.
– Sjálvt um vit taptu, so var hetta stuttligari, tí hetta eru tvey jøvn lið. Síðst vunnu vit við fimm málum og nú vunnu tær við fimm. Hetta er tað, sum ger tað spennandi at spæla.