Ikki gott!

Tað var ein fámæltur landsliðsvenjari, sum eftir dystin skuldi gera viðmerkingar til, hví tað gekk, sum tað gekk

Landsdystur

- Hatta var ein lærubók um, hvussu tú ikki skalt spæla hondbólt. Vit fáa eina dreymabyrjan, og kortini gera vit øll tey mistøk, sum vit yvirhøvur kunnu gera.
Somikið kontantur var landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, tá vit fingu orðið á hann eftir stórtapið fyri Finnlandi.
Hóast hann ikki var so fegin um at gera viðmerkingar til dystin, so vildi hann tó ikki hoyra talan um, at vónirnar til føroyska liðið vóru settar ov høgt, og at hetta kanska var atvoldin til tapið.
- Tað hevði nokk einki við tað at gera, men har kiksar bara alt í dag. Akkurat hvat og hvussu er nakað, sum vit fara at tosa um innanhýsis, og tað er so tað, sum næstu dagarnir skulu nýtast til.
- Longu um fimm dagar hava vit aftur ein dyst, og vit mugu so gera okkum út til ta uppgávuna. Akkurát nú er kanska torført hjá okkum at síggja nakað sum helst ljóspunkt í avrikinum í dag, men vit mugu bara royna at leita aftur til dystin í Finnlandi, og so halda fast um tað, sum vit gjørdu gott ta ferðina. Í dag var tað í øllum førum ikki nóg gott.
- Hetta vísir bara, at tá vit spæla á hesum støðinum, so hava vit ikki ráð til at hava dagar, har leikarar ikki eru klárri ? bæði fysiskt og mentalt ? og tað er so í øllum førum nakað, sum vit mugu bøta um, segði ein fáorðaur landsliðsvenjari at enda.