Klæmint Matras hjá B36 var ikki heilt nøgdur um, at teir bert fingu eitt stig við sær úr Klaksvík.
- Tað var so ikki tað, sum vit fóru eftir. Hinvegin haldi eg, at soleiðis sum dysturin gekk, var tað nokk í lagi. Bæði liðini skapa sær møguleikar at avgera, og so er javnleikurin kanska ok.
Mánadagin kundi B36 so staðfesta, at munurin upp til EB/Streym ikki vaks, tá oddaliðið spældi javnleik. Men tað var tó við blandaðum kenslum, at Klæmint fekk úrslitini mánadagin.
- Sjálvandi er tað gott, at munurin ikki økist uppeftir. Men hinvegin eru bæði HB og EB/Streymur, sum nú av álvara anda okkum í nakkan, so teimum skulu vit ansa eftir, sigur Klæmint Matras.