Ikki heilt væleydnað

Við Fonepad hevur ASUS skapt ein bíligan teldir, sum eisini kann nýtast sum fartelefon. Men tað er ikki eitt serliga gott huskot

Tekstur Peter Gotschalk

Hevur tú ikki nakrar risastórar mannfólkahendur, sær tað longu heldur býtt út, um tú roynir at ringja við phablet. Men tá skíggin verður 7 tumma stórur, so sum hann er á ASUS Fonepad, so lekur av álvara millum teori og praksis. Tað tykist beinleiðis láturligt, tá tú heldur Fonepad móti oyranum og tosar.
Tað er týdningarmikið at gera vart við, at ASUS veruliga hevur ímynda sær, at Fonepad skal nýtast ístaðin fyri snildfonina. Tær nýtist bara at lesa á heimasíðu felagsins (kortlink.dk/ccpb), har tey skrivað ”Fonepad er ein teldil, sum heldur fast um fjølbroytni hjá eini snildfon, sum beinir burtur tørvin fyri tveimum tólum”. Til hetta mugu vit bara siga: Nei, ASUS, tað ger Fonead ikki. Gaman í ber til at loysa estetisku og handaligu avbjóðingina, sum tað er halda 7-tummanum at oyranum, við at nýta eitt Bluetooth-headset, men væl gagnis í royndunum at finna eina buksur ella eini shorts, har Fonepad passar í lumman.

Líkist eini succés
Fonepad líkist Nexus 7 á fleiri økjum. Fyrst og fremst kosta teir nærum tað sama. Hartil hava báðir ein 7 tumma stóran IPS-skíggja og eina upploysn á 1280X800 pixels. Báðir hava 1 GB ram og fáast í útgávum við 16 GB goymslu. Teir fáast báðir við 3g HSPA + farneti, og battaríini í báðum eru 4.000 milliamperetímar. Kortini vísa royndirnar hjá okkum, at tað er ein avgerandi munur, og hesin kemst av gerlinum. ASUS Google Nexus 7 hevur ein 1,2 GHz NVIDIA Tegra 3 quad-core, meðan Fonepad er útgjørdur við einum 1,2 GHz Intel Atom Z Series single-core. Men tað venda vit aftur til.
Hin týðandi munurin er, at Fonepad gevur brúkarunum møguleika at víðka minni við MicroSD-korti, so hetta kann verða 32 gigabyte, og tað er ein risa fyrimunur.

Orkar ikki nóg væl
Møguleikin at víðka minnið er nevnliga einasti fyrimunurin, sum Fonepad kann erpa sær av í mun til Nexus 7. Á øllum øðrum økjum er Fonapad veikari enn tann eldri Nexus.
Har Nexus imponerar við kvikum reaktiónum, tá leitað verður runt í valmyndunum – vit skrivaðu, at fingurin kennis sum partur av skíggjanum – so er Fonepad heldur trekur, tá nortið verður við hann. Eins og hevur hann harða húð á skíggjanum, og ofta hendi als einki, tá vit ætlaðu at blaða millum skíggjarnar ella skuldu flyta widgets og annað.
Í sjálvum sær er skíggin heldur ikki nakað at skriva heim um. Hann er nevnliga serliga ljóssterkur, heldur ikki í ”outdoor mode”, og tað hjálpir heldur ikki stórvegis at nýta annars frálíka ASUS Splendid-amboðði, har brúkarin kann kalibrera skíggjan betur, enn vit hava sæð á nøkrum øðrum teldli.
Skíggin er neyvan orsøk til treku flytingarnar. Ístaðin mugu vit venda aftur til Intel-gerilin, sum ASUS hevur sett í Fonepad’in. Helst fyri at fáa longri battarítíð. Tað tykist tó ikki, sum er battarítíðin betrað stórvegis í mun til Nexus 7, men hinvegin vísa okkara benchmark-testir, at megin er munandi minni við hesum gerlinum. Eitt nú fekk Google Nexus 1.512 stig í Geekbench-testini, meðan Fonepad bert fær neyðarslig 565 stig, og tað er vánaligasta úrslitið fyri nakran teldil, sum vit yvirhøvur hava testað.

Lortur og pannukøkur
Eitt slag við koyrlinum fær Fonepad eisini fyri net-funkurnar, sum als ikki rigga eftir vild. Vit upplivdu ferð eftir ferð trupulleikar við sonevndu hand-over funkuni millum Wi-Fi og 3G-net. Er Wi-Fi tendrað í Android, so eigur hetta at rigga á tann hátt, at teldilin sjálvvirkandi fer á Wi-Fi netið, um hetta er tøkt, og tá Wi-Fi ikki longur røkkur, eigur skipanin at skifta til 3G. Bara ikki við Fonepad, sum støðugt hevur trupulleikar við at finna aftur til 3G-netið. Tað hjálpti heldur ikki at tendra og sløkkja fyri farnetinum í stillingunum. Bert við at sløkkja og tendra sjálvan teldilin bar til at finna aftur á 3G-netið. Pent sagt irriterandi!
Hinvegin skal Fonepad hava rós fyri framúr ljóðgóðsku, sum er úrslitið av SonicMaster-skipanini hjá ASUS. Og hetta er enntá uttan ICEpower forsterkaran frá B&O, sum annars er partur av flestu ASUS-eindunum, sum nýta SonicMaster.

Niðurstøða
Men góða ljóðið og møguleikin at víðkað minnið eru eisini tað einasta góða, sum rennur okkum til hugs, tá Fonepad verður sammettur við Nexus 7, sum ASUS jú eisini hevur framleitt. Tann sammetingin er rættiliga uppløgd, tá teldarnir kosta á leið tað sama og í aðrar mátar líkjast sera nógv. Og tá Fonepad hevur trupulleikar við netinum, hevur minni teldumegi og hevur ein sera ljósveikan skíggja, so er valið sera upplagt. Gloymið Fonepad og keypið heldur ein Nexus 7, sum er nógv betra keypið av teimum.


Meting (1-6)
Heildarmeting: 3

1.995 krónur
asus.dk / asus.se / asus.no

+
Minnið kann víðkast við microSD
Framúrskarandi ljóð við ASUS SonicMaster

-
Ov stórur sum fartelefon
Ljósveikur skíggi við vánaligari stýring
Seinur
Trupulleikar við hand-over millum Wi-Fi og 3G



Gadget: ASUS Fonepad

Fakta
ASUS Fonepad
Stýriskipan: Android 4.1.2 Jelly Bean
Skíggi: 7", 1280 x 800 HD IPS, 216 ppi
Geril: 1,2 GHz Intel Atom Z Series
Minni: 1 GB ram / 16 GB goymsla (+ 32 GB við microSD)
Myndatól: 1,2 MP (framman)
Tráðleyst: 802.11 b/g/n, Bluetooth 3.0, 3G HSPA+, GPS + GLONASS, NFC
Íbinding: Micro USB 2.0
Mát: 196,6 x 120,1 x 10,4 mm
Vekt: 340 g
Battarí: 4.270 mAh
Prísur: 1.995 krónur