Ikki high-risk dystur

Løgreglan verður til staðar á Tórsvølli í annaðkvøld sum til aðrar landsdystir, men tað er ikki talan um ein high-risk dyst, sigur Martin Berg frá løgregluni

Sjálvandi verður løgreglan á Tórsvølli í annaðkvøld. Tað er hon til allar landsdystir, og dysturin í móti Fraklandi mikukvøldið verður einki undantak í so máta.

Talan verður tó ikki um nakran high-risk dyst, sum vit onkuntíð hava havt í Føroyum.

– Vit hava gjørt okkara metingar og kanningar í samráð við Fótbóltssambandið, UEFA og FIFA. Og út frá hesum eru vit komin fram til, at talan verður ikki um nakran high-risk dyst, sigur Martin Berg frá løgregluni í Havn.

Hetta var eisini støðan, tá Fraklandi var í Føroyum í 2007.

Martin Berg vísir á, at tað eru krøv um trygd og annað, ið skulu uppfyllast og hetta verður gjørt. Millum annað fáa teir at vita, at hvussu nógvir áskoðarar koma og eisini, um hooligans eru millum teirra.

Um fronsku áskoðararnar hevur løgreglan í Havn frætt, at teir vera um 40 í tali, og at talan er um friðarlig fólk.


Spælir altíð væl av

Tá Týskland vitjaði í Føroyum í juni 2003 var hetta ein high-risk dystur. Tá bað føroyska løgreglan um hjálp úr Danmark, sum sendi 60 løgreglumenn til Føroya.

Orsøkin var, at løgreglan í metingum av dystinum og umstøðunum annars vóru komin fram til, at vandin fyri ófriði ikki var lítil, tá eini 50 hooligans vóru partur av týsku áskoðarafjøldini.

Eisini tá Brøndby vitjaði í Føroyum í fjør, tá hesir spældi í móti B36, og tá Manchester City spældi móti EB/Streymi, fekk løgreglan hjálp úr Danmark, men í øllum førum spældi alt væl av.