- Ikki øll trúgvandi eru fanatisk

- Vit mugu ikki halda, at málið um broytingarnar í revsilógini einans snýr seg um happing. Hyggja vit at okkara grannalondum, so síggja vit, hvat hendan lógarbroytingin hevur ført til. M.a. varð ein svenskur prestur dømdur eftir revsilógini, tí hann hevði havt tað frammi, sum Bíblian sigur um at liva sum samkyndur.
- Í ringasta føri kann lógarbroytingin gera tað ólógligt at lesa ávísar tekstir í Bíbliuni, ávarar Vagn Foldbo, aðalskrivari í Heimamissiónini.

Í starvi sínum sum aðalskrivari í hesi rørsluni fylgir Vagn væl við gongdini og tjakinum í samfelagnum.
Ein spurningur hansara í hesum málinum, og sum hann eisini lýsti í eini oddagrein í málgagni teirra “Trúboðanum” er hesin: - Hvat er tað, tey vilja, sum ynskja at fáa kynsliga orientering inn í revsilógina?
- Tað vanliga, vit hoyra, er, at vit skulu verja tey samkyndu frá at verða happað og niðrað av øðrum. Hetta er ein sera góð grundgeving, tí hvør kann seta seg upp ímóti tí?, spyr Vagn Foldbo.
Eftir hansara meting eru flest fólk samd um, at vit eiga ikki at happa ella tosa niðrandi um onnur, óansæð hvørji ella hvussu tey eru. Heldur ikki eigur nakar at gera seg inn á tey likamliga.
- Hetta er jú als ikki í tráð við kristna siðalæru, slær Vagn fast. Men so leggur hann aftrat:
- Aftanfyri hesa grundgevingina liggur ein duld dagsskrá – ella kanska er hon ikki so duld kortini. Tí fáa vit kynsliga orientering inn í revsilógina, so verður ikki longur loyvi til at gera mun á samkyndum pørum og hinkyndum pørum. Tá kemur kravið um skrásett parlag.
- Um vit ikki hava skrásett parlag, so gera vit jú mun á, og tað er ólógligt. Síðani mugu vit heldur ikki í kirkjuni gera mun á, tá ið pør skulu vígast. Tá mugu samkynd pør hava sama rætt sum øll onnur at verða vígd í kirkjuni, sigur aðalskrivarin í Heimamissiónini.
 
Tveir polar
Í øllum hesum kjakinum verða tveir mótpolar settir upp ímóti hvørjum øðrum: Tey tollyntu mótvegis teimum fanatisku kristnu.
- Vit, sum hava eina kristna sannføring, eru ikki øll fanatisk. Vit taka als ikki undir við happing av teimum samkyndu, ella attey samkyndu verða hótt. Vit taka frástøðu frá tilburðunum, sum hava verið í seinastuni. Men rokningin verður send til okkara.
- Tað er kristintrúgvin í Føroyum, sum fær skyldina, sigur hann.
Men so leggur hann aftrat, at vit vilja hava rætt til at hava ta áskoðan, at Bíblian tosar ímóti samkyndum parlívi, uttan at taka ábyrgd fyri øllum hóttanum og harðskapi móti samkyndum.
Sum kristin eiga vit at virða onnur menniskju, óansæð hvussu tey velja at liva sítt lív. Tí eiga vit at taka frástøðu frá allari happing og niðurgerð av menniskjum.
- Men eg vil halda fast við, at tað í okkara landi skal vera lógligt at meina nakað annað enn rákið í tíðini. Tolsemi eigur eisini at fevna um okkum.
- Vit hava eisini krav uppá virðing fyri okkara sjónarmiðum, sigur Vagn Foldbo.