Ikki longur P.Diddy

Tað tykist, at hip-hop stjørnan P. Diddy hevur ringt við at avgera hvussu hann skal eita. Hann hevur broytt listanavn fimm ferðir í sínari yrkisleið. Og broytingin er ikki liðug enn, tí nú vil hann aftur hava eitt nýtt, skiva fleiri heimasíður. 38 ára gamli rapparin, ið er doyptur Sean Combs, hevur áður verið nevndur Puff Daddy, Puff, Puffy, P. Diddy og Diddy. Men nú vil hann uppkallast eftir einum av sínum egnu after shaves ? Sean John. ?Eg havi altíð ment meg, og havi fingið mær eitt nýtt navn hvørja ferð. Har eg komi frá, er tað ikki óvanligt. Beint nú vil eg vera Sean John, tí at tað passar til staðið, har eg eri í løtuni í lívinum, sigur stjørnan.