Ikki nóg kaldar

Fagnaðurin hjá Neista-fjepparunum var sjálvandi stórur, tá tær fyri triðju ferð á rað høvdu bast Stjørnuni.
Sjálvandi var frøin eisini stór millum spælararnar, men tá vit eftir dystin fingu orðið á Katrina á Neystabø, tóktist hon tó framvegis hava bæði beinini væl og virðiliga á jørðini.
 Sjálvandi var tað deiligt at vinna, men vit eru kanska ikki nóg kaldar, tá mest stendur á. Í øllum førum vóru vit ikki nóg skjótar at umstilla okkum, tá tær broyttu verjuspælið og komu út eftir okkum. Tá høvdu vit í fleiri løtum nakrar steindeyðar periodur, og tað mugu vit betra undan næsta dystinum, helt hon.
Og hon ivaðist ikki, tá vit síðani spurdi, hvørt hon roknaði við, at dysturin í Klaksvík verður tann seinasti á árinum.
 Sjálvandi fara vit eftir sigrinum. Vit trúgva fult og fast uppá, at vit eisini eru førar fyri at loysa ta uppgávuna, soleiðis at vit hava steypið við, tá vit fara aftur til Havnar, heldur altso Katrin á Neystabø.