Amerikanska stjórnin heldur framveigis ikki, at Sudan ger nóg mikið fyri at fáa varandi frið í landspartinum Darfur. Amerikanski varauttanríkisráðharrin John Negroponte sigur, at tað er gleðiligt, at sudanska stjórnin hevur játtað at viðurkenna, at ST styðjar tað afrikanska friðarherliðið, sum er í Darfur. Men tað herliðið er bara 3.000 hermenn og er alt ov fáment. John Negroponte sigur, at neyðugt er at senda millum 17.000 og 20.000 friðarhermenn afturat til Darfur, og hann bað sudansku stjórnina taka undir við tí. Men higartil hevur stjórnin sýtt fyri at loyva ST at senda so nógvar hermenn til Darfur.