Marjun Smith, leiðari á Lágargarði, sigur, at trupulleikin er tann, at mánakvøldið var fundur við tey avvarðandi hjá búfólkunum á Lágargarði, har greitt var frá stramma fíggjarliga karminum á stovninum, og hvørjar avleiðingar hetta fór at hava.
Fundurin og tíðindini um avleiðingarnar bresta so saman við sparingarnar, sum Almannastovan hevur gjørt í rakstrarstuðulinum til umsorganararbeiði, og tí halda tey flestu kanska, at Lágargarður júst hevur fingið boð um at spara eyka á sjálvum røktarøkinum, men so er ikki.
Ómøgulig játtan
Leiðslan á Lágargarði fekk longu í vetur at vita, hvørjar fíggjarkarmar stovnurin hevur at arbeiða undir, men trupulleikin er tann, at karmarnir eru so at siga ógjørligir at halda seg innan fyri, um arbeiði hjá stovninum skal røkjast til fulnar.
Sum nevnt í gjár kunnu búfólkini á Lágargarði vænta at liggja meira í songini, og harvið koma í størri vanda fyri at fáa liggisár og lungnasjúkur, men tað hevur einki við sparingarnar í rakstrarstuðlinum at gera, men tí at fíggjarkarmarnir á røktarøkinum eru so strammir.