Ikki niður við nakkanum

Johan Dalsgaard sigur í kvøld á facebook, at avgerðin hjá Búnaðarstovuni ikki var annað enn væntað.

- Vit fóru "ikki eingang niður av hesum". Vit væntaðu tað og vistu tað longu, meðan vit skrivaðu sjálva umsóknina og tær 70 síðurnar - um fortíðar-, nútíðar-og framtíðarstøðuna í Fámara.

Johan Dalsgaard sigur, at saman við umsóknini til Búnaðarstovuna viðløgdu tey eisini tær 2820 undirskriftirnar um at lata tey fáa Fámara, nú festið varð lýst leyst.

- Men, nú fara vit aftur at kæra. Kom við okkum og fá steðgað hesari korruptiónini, so Føroyar kann verða eitt betri land at liva í, skrivar hann á netinum í kvøld.