Sambandstingmaðurin, Reimund Langgaard. heitir nú á landsstýriskvinnuna í almannamálum, Anniku Olsen, um at hava eitt uppskot klárt á ólavsøku um, hvussu best ber til at hjálpa teimum fátæku í Føroyum, tí hann ikki heldur nógv umrødda uppskotið hjá andstøðuni um økt barnaískoyti vera nóg gott.
Hetta grundar hann á svarið, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, herfyri gav fólkaflokstingmanninum, Bjarna Djurholm, har tað millum annað kom fram, at um ein einlig mamma við tveimum børnum hevur ov góða løn, missir hon fríplássið í barnagarðinum og tí hevur minni eftir, enn ein mamma í somu støðu, men við lægri løn.
- Hetta vil hava við sær, at fólk ikki hava ráð at fara upp í løn, og tí nokk mugu til at arbeiða niðursetta tíð, um tey fáa eina lønarhækkan, vísir Reimund Langgaard á og sigur, at sami trupulleiki eisini er galdandi fyri pensjónistar, ið vegna mótrokning aftra seg fyri at fara til arbeiðis.
Sambandstingmaðurin sigur, at hetta er ikki góður politikkur, tí tað skal loysa seg at arbeiða, samstundis sum tey fáa hjálp, sum ikki fáa arbeitt.
- Eg kenni ikki svarið uppá, hvussu vit best hjálpa teimum, sum hava trupulleikar við at fáa endarnar at røkka saman. Eg fegnist um, at Almannaráðið arbeiðir við at endurskoða skipanina við fríplássum, so at hetta markið verður hækkað, og trúgvi eg, at hetta er eitt stig á leiðini, sigur Reimund Langgaard, ið tó ásannar, at helst mugu onnur tøk eisini takast.