Ikki rætta hugburðin

Liðformaðurin hjá EB/Streymi, Egil á Bø, var alt annað enn nøgdur eftir dystin í gjár, og serliga var hann vónbrotin av byrjanini.

– Tað virkaði ikki, sum vit høvdu rætta hugburðin frá byrjan. Serliga fyrra hálvleik kundu vit ikki verða nøgdir við, tí tá gekk øgiliga illa. Teir hjá Víkingi kundu gera, sum teir vildu, og vit høvdu púrt einki trýst á teimum, segði Egil.

– Tað gjørdist eitt sindur javnari eftir steðgin, har vit við eitt sindur av hepni kanska kundu komið innaftur í dystin. Men tá teir so fingu sítt triðja mál, var alt liðugt.

Hóast ósigurin í Gøtu var eitt bakkast fyri EB/Streym, helt Egil á Bø eftir dystin, at enn kundi nógv fáast burtur úr hesum kappingarárinum:

– Vit hava nógv at arbeiða fyri, og framvegis fara vit eftir øðrum plássi, so tí mugu vit vinna á B36 mikukvøldið, segði hann.