Ikki skynsamt at einskilja Føroya Tele

Jú, tað hevði borið til at selt Føroya Tele fyri hálva aðru milliard krónur – men so skal nýggi eigarin sleppa at tjena pengar

Jú, tað hevði borið til at selt Føroya Tele fyri hálva aðru milliard krónur – men so skal nýggi eigarin sleppa at tjena pengar

 

Tað sigur fráfarandi stjórin á Føroya Tele, Kristian R. Davidsen, sum 1. desember tekur við stjórastarvinum í Tele Greenland – tele- og postfelagnum í Grønlandi.

 

Hann vísir á, at um vit selja Føroya Tele uttan treytir, so verða ávís øki í landinum við sviðusoð.

 

– Tá fer ein nýggjur eigari bara at leggja seg eftir tænastum til meginøkið. Hann fer ikki at menna útjaðaran, tí tað hevði ikki givið honum pengar. Um landið seldi Føroya Tele uttan treytir, ja, so kann felagið seljast fyri nógvar pengar, sigur Kristian R. Davidsen.

 

Tað var Eyðfinn Reyðberg, sum í Sosialinum herfyri vísti á, at landið kundi gjørt undirsjóvartunlar fyri hálva aðru milliard uttan at taka lán, um Føroya Tele varð selt.

 

– Men so einfaldur er spurningurin ikki, sigur Kristian R. Davidsen.

 

– Vit mugu hugsa um, hvat vit fáa afturfyri, og um tað er tað vert. Er tað skilagott at fáa ein undirstjóvartunnil aftur fyri at selja Føroya Tele og skerja samskiftismøguleikarnar hjá útjaðaranum, spyr hann.

 

Ein grundgeving hjá teimum, sum vilja selja, er at netparturin hjá Føroya Tele í øllum førum skal skiljast frá. Kristian R. Davidsen skilir væl hesar grundgevingar, sum leggja upp til javnbjóðis atgongd – og at tær beina burtur mistanka um forfordeiling. Men hann er kortini ikki samdur.

 

– Føroya Tele er eitt lítið felag. Um vit taka Formula frá, so hava vit bara 170 starvsfólk. Tað vit høvdu tapt við eini einskiljing, høvdu vit ikki fingið aftur við at skilja sundur. Uttanlands siga tey, at 400.000 fólk skulu til hvørt telefelag.

 

– Kapping er góð. Og kappignin frá Vodavone hevur gagnað føroyska markanðinum, leggur Kristian R. Davidsen dent á. Hann staðfestir, at Føroya Tele ikki hevði verið tað sama uttan Vodafone.

 

Men hann sigur kortini, at kundin hevði spart 100 milliónir um árið í eyka útreiðslum av eitt nú dupultfunktiónum, um bara ein útbjóðari var, og tænastan var tann sama. Men hann leggur dent á, at kapping er góð.

 

– Tað er tað mentala, sum hendir í hvødinum, tá tú missir ein kundar. Tá viðgongur tú, at tú ert ikki góður nokk, og tú effektiviserar tað fyri at gera teg enn betur, sigur Kristian R. Davidsen, sum nú ger seg kláran at flyta til Nuuk í Grønlandi, har hann skal stjórna grøndlendska telefon- og postverkinum.