Ikki so einfalt, sum fólk hava hildið

Arbeiðið hjá teimum ymsu bólkunum hevur avdúkað, at samspælið millum danir og føroyingar ikki altíð virkar, sum heimastýrislógin hevði ætlað tað, sigur Bergur Berg, fulltrúi í fullveldismálum

Sum nevnt aðrastaðni, so eru arbeiðsbólkarnir, sum eru settir av landsstýrinum í gongd við eitt drúgvført útgreiningararbeiðið. Uppleggið frá landsstýrinum sigur, at alt útgreiningararbeiðið skal savnast í eina sokallaða »hvítbók«, sum skal latast politikarunum.

Vit hava vent okkum til Berg Berg og biðið um eina stutta ávegisfrágreiðing um hvussu arbeiði hjá teimum ymsu bólkunum gongur.

- Eg haldi at tað gongur so nøkunlunda beint eftir ætlan. Onkur bólkur er eitt sindur frammanfyri tíðarætlanina, meðan onkur annar er eitt sindur aftanfyri tíðarætlanina. Men alt í alt, so verður tíðarætlanin hildin, sigur Bergur Berg.

Bergur viðgongur, at arbeiðssetningarnir hjá bólkunum vóru stórir og ógvusligir, men hann sigur samstundis, at slíkt er neyðugt at gera.

- Tað er ongantíð gjørd ein allýsing av okkara egnu viðurskiftum, og tí kemur nógv fram, sum kanska ikki øll vóru greið um, sigur hann.

Bergur Berg vísir á, at tað eru ymisk øki, sum føroyingar ikki hava yvirtikið, og tí í grundini heldur ikki hava lóggevingarrætt á, sum vit kortini stýra, sum vóru tey yvirtikin.

- Eitt dømi eru uppboðssølurnar. Føroyingar hava ikki yvirtikið øki, sum hevur við uppboðssølurnar at gera, men kortini lóggeva vit á hesum øki. Tað merkir so í grundini eisini, at danir í grundini gott kunnu biðja okkum avtaka lógirnar, um tað er tað teir ynskja.

Hann leggur afturat, at støðan er tann sama viðvíkjandi navnalóggávuni. Her var tó ein fyrispurningur sendur løgmálaráðnum í Keypmannahavn, sum einki hevði ímóti, at føroyingar sjálvir gjørdu eina lóggávu, uttan at vit yvirtóku tað øki.

- Men hetta vísir bara, at heimastýrislógin virkar ikki, sum upprunaliga ætlanin var, sigur Bergur Berg.


Minni parturin er eftir

Annars vísir Bergur Berg á, at tað bara er tann bíligasti, ella bíligari, parturin av yvirtøkunum, sum er eftir. Hann nevnir umsitingina av kirkjuni og umsitingina av løgregluni, sum dømi um tveir »klumpar«, sum eru eftir.

- Vit hava til dømis yvirtikið umsitingina av almanna- og heilsumálum og tað er ein tungur partur, men vit hava ikki yvirtikið eitt nú privatrætt, sum ikki er so kostnaðarmikil. Men tað er á slíkum økjum, at ivamálini eru, tí at vit lóggeva á økjum, sum í grundini ikki eru »okkara mál«, sigur Bergur Berg.


Kjakast á betri grundarlag

Fullveldismálið hevur, sum flestum kunnugt, longu verið orsøk til fleiri kjaksendingar í bæði útvarpinum og sjónvarpinum. Og tað kann neyvan undra, at andstøðuflokkarnir ikki eru samdir við samgonguflokkarnar á júst økinum.

Men samstundis tykist tað, sum um politikararnir ikki tosa um sama mál, tá teir kjakast um fullveldisspurningin. Heldur Bergur Berg, at hetta fer at broytast tá kanningararbeiðið er liðugt, og »hvítbókin« er løgd fram?

- Ja, eg vænti, at kjakið fer at verða meira konkret tá úrslitini fyriliggja. Tað er altíð torført, tá ein kjakast uttan at hava tær neyðugu upplýsingarnar á borðinum. Men tað merkir ikki, at flokkarnir við eitt eru samdir, tá kanningararbeiðið er liðugt. Flokkarnir hava ymsar uppfatanir av ymsu málunum, og tað kemur eisini at merkja kjaki aftaná, at kanningararbeiðið er liðugt.

- Munurin er bara, at tá verður kjakast út frá faktiskum upplýsingum, sigur Bergur Berg.


Kunningarfund

Annars leggur Bergur Berg afturat, at tað er ætlanin at skipa fyri einum kunningarfundi fyri fjølmiðlarnar ein av allarfyrstu døgunum.

- Vit ætla at greiða frá arbeiðsgongdini og ætla eisini at geva eina ávegis frágreiðing um hvussu langt arbeiðið er komið, men tað er greitt, at vit kunnu ikki fara í smálutir við hvat nevndirnar gera, sigur Bergur Berg.

Hann endar við at siga, at kunningarfundurin verður seinast í hesi vikuni ella í byrjanini av næstu viku.