-Dagurin í dag hevur sannført meg um, at tað kanska ikki er ein spurningurin um men nær vit finna kolvetni, sum er í rakstrarverdugum nøgdum. Hetta er avgjørda niðurstøðan hjá landsstýrismanninum í oljumálum, Bjarna Djurholm eftir oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin.
Bjarni Djurholm lat Tinganes vera Tinganes allan henda dagin og brúkti tíðina til at fylgja teimum mongu áhugaverdu fyrilestrunum, sum snúðu seg um olju og aðrar vinnugreinar. Eisini fekk hann innlit í íslendsk og norsk viðurskifti.
-Hetta hevur verið ein sera áhugaverdur dagur fyri meg. Tað gleðir meg at síggja, at fleiri nýggj og stór altjóða oljufeløg eru komin inn á landgrunnin og vilja leggja nógv fyri at finna olju og gass. Tað eigur at sannføra okkum um, at tað ræður bjartskygni millum feløgini. Landsstýrismaðurin ásannar um somu tíð, at tað er gott, at vit eru sloppin burtur úr tí støðu, sum var í 2000, tá ketan leyp av hjá teimum flestu. -At vit í dag kunnu síggja meira realitiskt uppá tingini og kunnu síggja nøkur ár fram í tíðina, áðrenn verulig framleiðsla, um tað kemur so langt, verður framd. Vit eru komin til eitt náttúrligt støði, har vit kunnu síggja fram til eina lagaliga menning, so samfelagið eisini kann fylgja við.
Uppá fyrispurning nær hann heldur ein kolvetnisvinna kann gerast eitt veruligt bein at standa á hjá búskapinum sigur Bjarni Djurholm, at tað fer at henda so við og við. ?Vit síggja longu ein part av oljuvinnuni á landi av øllum handa slag, og tað verður tann vegin, at vit fara at síggja broytingarnar. Tað verður partur av vinnuni, sum kemur at servisera eina møguliga komandi oljuvinnu og soleiðis fara vit at síggja tað sum eina glíðandi positiva gongd við øktum virksemi. Um so verður, at vit finna olju í rakstrarverdugum nøgdum, so koma inntøkur beinleiðis í landskassan, men tað er uppá longri sikt. Eg trúgvi sjálvur, at vit eru á rættari kós nú í mun til tað, sum væntandi og vónandi fer at koma.
Bjarni Djurholm vísir á, at vit longu komandi ár fara at síggja brunnar boraðar eitt nú í øki 6. Um tað fer at geva okkum eina greiðari ábending um olju, so fer tað at leggja størri trýst á Oljufyrisiting og fylla meira hjá landsstýrismanninum. Og tað er jú bara gott. Kunnu vit økja um virksemi í landinum, so er tað bara positivt heldur landsstýrismaðurin.