Høgni Midjord, B71-áleypari, fekk bóltin í B36-málið, men hetta varð kolldømt. Hann heldur ikki, at stórur munur á liðunum.
- Tað var als ikki stórur munur á liðunum. Teir vóru kanska eitt lítið sindur betri, og kempaðu betur. Vit kunnu vera betri enn í dag, men vit royndu okkara besta, segði Høgni eftir dystin.
Vit spurdu hann, um vónirnar til B71 at arga stórfeløgini aftur í ár leggja trýst á B71-liðið.
- Ja, tað er møguligt. Í fjør vóru vit uppflytarar, og vit skuldu vísa, at vit vóru komnir fyri at vera. Í ár hava vit ikki eins nógv at prógva, og hetta tyngir okkum eitt vet, heldur ungi B71-áleyparin.
- Vit trúgva framvegis uppá at blíva verandi í Formuladeildini. Mikukvøldið møta vit Víkingi, og vit fara sjálvandi at geva alt vit eiga, segði Høgni Midjord at enda.