Ikki tað stóra súsið

Fundurin, sum Annlis Bjarkhamar hevði við lærarar í Suðuroy um framtíðar fólkaskúlan, varð ikki tað stóra súsið

Rundferð

Tá ið landsstýrismaðurin í skúlamálum pakkaði taskuna eftir fundin við lærarar í Suðuroynni um framtíðar fólkaskúlan, gekk væl at fáa lásið aftur, tí tað vildi verið synd at sagt, at Annlis Bjarkhamar fór tyngd og ovbyrjað av hugskotum aftur til Havnar.
Undir herrópinum Sús, sum stendur fyri Skoðanir Úr Skúlanum, er landsstýrismaðurin farin undir eina rundferð kring Føroya Land at halda fund við lærarar og skúlastýri um framtíðar fólkaskúlan.
Fyrsti fundurin á hesi rundferð var í Trongisvágs Skúla mánadagin.
Men tann fundurin varð ongantíð tað stóra súsið. Tey flestu høvdu gjørt seg út at sita fyri dagin, men tað var ikki meiri enn ein tími, so var alt liðugt.
Sjálv fortaldi hon fundarfólkinum um endamálið við rundferðini, men hon skal halda somu røðu um alt landið so vit eftirlíka áheitanini frá henni um um ikki at gera nakað serligt burturúr hennara røðu fyri ikki at taka glansin av teimum fundunum sum koma.
?Tað er heldur ikki mín hugsan sum hevur tann stóra týdningin í hesum sambandi. Tað er hvat lærarar og skúlastýrislimir kring landið halda, sum hevur áhuga, segði Annlis Bjarkhamar.
Men hon segði, at hon var ikki farin hesa rundferðina fyri at verja skúlan og tað, sum varð gjørt, ella ikki gjørt. Hon var komin at hoyra sjónarmið um framtíðarskúlan.
? Og hava tit áræði skal politiska skipanin ikki vera ein forðing fyri at skúlin mentist, segði hon við lærararnar.

Ikki nógv klókari
Men tað varð hon ikki so nógv klókari av, tí sjónarmiðini sum komu fram, vóru ikki mong, tó at tey lýstu nakrar trupulleikar, sum lærarar stríðast við dagliga.
Onkrir lærarar komu inn á møguleikarnar at fara á skeið. Ein suðuroyingur, sum fer á skeið ein dag um vikuna, er heimaífrá einar 15-16 tímar um dagin, tí tíðin at ferðast er so drúgv. harafturat fekk fýra tímar í niðurskurði í tímatali fyri at fara á skeiðið, men undirvísingin er seks tímar,umframt ein hóp at lesa heima.
Onkur annar vísti á týdningin av at sleppa á skeið, men tað var ikki altíð, at tað bar til at fáa vikar og tað var ein trupulleiki.
Ein annar lærari kom inn á trupulleikan við ferðing. Tað er ómetaliga dýrt at ferðast og síðani bygdaleiðir vóru privatiseraðir, er tað í summum førum heilt ómøguligt at ferðast tí at pláss er ikki fyri heilum flokkum í bussunum, sum eru til taks.
? Hetta er ein stór forðing fyri at fara á seturskúla, sum lógin annars áleggur skúlunum at lata børnini sleppa á, vísti lærarar á.
Eitt dømi var tá ið árligi skúla ítróttardagurin skuldi fyri næmingar í 6. flokki í øllum landinum varð lagdur at vera í Suðuroy, men tá vildi Strandferðslan ikki flyta næmingarnar, fyrrenn fyrireikararnir høvdu lagt 80.000 krónur á borðið. Og tað hevði ongin ráð at gjalda og tíansheldur datt ítróttardagurin niðurfyri.
Ein lærari spurdi, hví 10. flokkur skuldi hava skyldbundið tímatal uppá 28 tímar, tí tað noyddi nógvar næmingar at velja lærugreinar, sum teir yvirhøvur ongan áhuga høvdu fyri. Í tí sambandi varð eisini nevnt, at 8. og 9. skúli skuldi eitast at vera ein valskúli, men at talan var ikki um nakað val, tí næmingar vóru noyddir at velja ávísar lærugreinar fyri at sleppa í studentaskúlan.
Meiri enn ein lærari vísti á, at lærugreinin handverk og list er ein stórur trupulleiki, tí tað er samansett av fimm gomlum lærugreinum: Smíð, sangi, hondarbeiði, evning og køk.
Men nú er so lítil tíð til handverk- og list, at aldargamalt handverk, eitt nú hondarbeiði, er nógv viknað, í skúlanum og tað varð gildið at vera spell.
Somuleiðis nevndi ein lærari Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð, sum hann helt vera eitt frálíkt tiltak.
Men tað er eitt tiltak fyri lærarar í miðstaðarøkinum. Lærarar kring landið hava ongan møguleika at brúka Landsmiðstøðina, tí hon er ikki opin leygardag og tað er einasti dagur, bygdarlærarar sleppa til Havnar.
Lærarin saknaði, at Landsmiðstøðin ferðaðist kring landið at vísa bøkur og undirvísingaramboð fram, so at lærarar sóu tilfarið, ístaðin fyri bara at senda skúlunum ein lista við bókaheitum.
Men so hevði skúlin á Tvøroyri í onkrum føri bíðað hálvtannað ár eftir nøkrum bókum frá Landsmiðstøðini og tað var ikki nøktandi, so nú hevði skúlin bílagt tær sjálvur.......

Raktiónin kemur seinni
Beint eftir fundin visti Annlis Bjarkhamar ikki reiðiliga, hvussu hon skuldi tulka tað, at so lítið kom fram á fundinum.
?Tað kann vera tí, at lærarar eru nøgdir við skúlan. Men tað kann eisini vera tí, at teir eru útbrendir og ikki orka meir, ella tað kann vera tí, at teir eru troyttir av ætlanum og álitinum og ikki rættiliga hava álit á at nakað fer at koma burturúr hesuferð og tí ikki tíma at ómaka sær at fyrireika seg til ein fund sum hendan.
Men hon helt als ikki, at fundurin hevði verið til fánýtis.
?Eg havi varhugan av, at fundurin hevur elvt til nókv kjak, nú hann er liðugur, og so er endamálið við rundferðini í grundini fyri ein stóran part rokkið. Endamálið við rundferðini er at fáa røring í og taðå haldi eg hevur eydnast
Annlis Bjarkhamar sigur, at hóast lærarar ikki søgdu so nógv á fundinum, heldur hon, at reaktiónin fer at koma teir komandu dagarnar og tað er minst líka umráðandi sum at kjakið á sjálvum fundinum var so nógv.
Og tað fáa allir lærarar ríkiligt høvi til, tí umframt rundferðina, hevur Mentamálaráðið gjørt eina heimasíðu har lærarar kunnu siga sína hugsan og har tað ber til at kjakast um framtíðar fólkaskúlan.
Heimasíðuna finna tit á: www.skulin.fo/sus
Sí eisini greinarnar "Krevja ov nógv av eldsálunum" og "Ein ávísur trekleiki kann vera nyttugur".