OLJUPRÍSIR
3. januar hækka prísurin á olju og bensini við ellivu oyrum hjá Føroya Shell, og stutt frammanundan hevði Statoil eisini hækkað sínar prísir.
Orsøkin til hækkanina er einføld: ráoljuprísirnir uttanlands eru hækkaðir munandi.
?Ì desember hækkaði prísurin á ráolju við 17%. Hetta skyldast vantandi forsýning úr Venesuela, og tað er hetta, ið vit merkja í dag, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Føroya Shell.
Verkfall hevur verið í Venesuela, og teir 3 milliónir tunnurnar frá Venesuela av ráolju eru ikki komin á amerikanska marknaðin, sum tað annars er vanligt.
?Marknaðurin er øgiliga væl balanseraður. Tá tríggjar milliónir av 72 ikki verða framleiddar, so ger hetta mun, sigur Hákun Djurhuus.
Sum marknaðurin er háttaður í løtuni og við teimum hóttanum um kríggj og annað sum eru, so ilt at spáa um framtíðargongdina.
?Tað er einki, sum týðir upp á, at vit fara at hækka prísin í morgin. Men vit kunnu ikki sgia, hvat fer at henda við prísunum um tvær vikur, sigur Hákun Djurhuus.
Príshækkingar
Sum nevnt fór prísurin á bæði olju og bensini upp 3. januar og ein príshækking var eisini síðst í farna ári.
Hjá Shell eru prísirnir á olju 3.725 kr. við øllum fyri 1.000 litrar til húsarhald. Skipini fáa 1.000 litrar fyri 2.340 kr.
Blýfrítt bensin kostar í dag 7,44 fyri liturin á Shell støðunum ? kalium kostar 12 oyru meira fyri liturin. Diesel oljan til bilar kostar 4,90 kr. fyri liturin í skrivandi stund.
Hákun Djurhuus upplýsir, at tað mest vanligt er, at prísurin á ráolju hækkar fyrst, og so hækkar prísurin á teimum ymsu produktunum, t.e. diesel olja til bilar, brennievni til flogfør osfr.
Vanlig gasolja hækkaði við 10% í desember, men samstundis minkaði virðið á dollaranum, soleiðis at munurin ikki gjørdist so stórur kortini.
?OPEC plagar at duga ógvuliga væl at regulera. Teir hava úttalað, at teir eru nøgdir við ein prís, ið liggur millum 22 dollarar og 28 dollarar. Teir hava eisini regulerað fyri at halda prísin á hasum støðinum. Í løtuni er prísurin 29 dollarar, sigur Hákun Djurhuus.
Vit royndu eisini at fáa eina viðmerking frá leiðsluni í Statoil, men hetta eydnaðist okkum ikki.