– Ikki ætlanin

– Hatta var ikki ordiliga ætlanin. Vit koma aftur um nokkso tíðliga. Tað ger tað bæði tungt og strævið hjá okkum, og vit koma ongantíð rættiliga í gongd aftur, sigur Hans á Lag, sum skoraði seinna málið hjá HB í gjár.

Hann heldur, at orsøkin til tapið fyri GÍ helst var, at gøtumenn vildu nakað væl meiri enn HB, og eisini vóru tað grammari.

Somuleiðis vísti Hans á Lag á, at tætta leikskráin seinastu tíðina, er rættiliga krevjandi.

– Hetta er okkara triðji dystur innan seks dagar, so vit eru nokkso troyttir nú, segði Hans á Lag eftir dystin.



– Vunnu miðvøllin


Áslakur Petersen er væl nøgdur við avrikið, sum hann og hansara liðfelagar sýntu í gjár.

– Hatta var eitt gott avrik, har vit allir arbeiddu væl. Vit vunnu miðvøllin haldi eg, og tí kunnu vit spæla meiri og betur enn teir, staðfesti Áslakur, tá vit hittu hann eftir dystin.

Hann dylur ikki yvir, at góða byrjanin upp á dystin eisini hjálpti teimum seinni.

– Tað fær teir niður við høvdinum og okkum upp, vísir Áslakur Petersen á.

GÍ hevur nú vunnið tveir sigrar og rað, og hevur hálað seg uppeftir stigatalvuni. Tí er lagið í Gøtu gott.

– Ja, nú eru vit á veg uppeftir, so hini liðini mugu til at ansa sær, sigur Áslakur Petersen smílandi.