? Tað ber ikki til at lata marknaðarkreftirnar ráða so mikið nógv, at vit tveita okkara lítlu tjóð í føvningin hjá útlendskum stórkapitali. Tí eri eg als ikki samdur við Poul Mohr, sum sigur, at politikararnir skulu halda fingrarnar burtur frá oljuvinnuni.
Hergeir Nielsen stendur fast við, at neyðugt er at tosa saman politiskt um, hvar ein komandi oljuvinna skal savnast. Somuleiðis stendur hann fast við, at ein samdur Tjóðveldisflokkur stendur aftan fyri skrivliga svarið, hann hevur sent Suðuroyar Oljuvinnuráð í sambandi við, at oljuvinnuráðið spurdi allar politisku flokkarnar, hvørja støðu teir hava til, at ein komandi oljuvinna verður savnað í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen segði við Sosialin hósdagin, at hann ikki vil siga beinleiðis, hvat stendur í svarinum til Suðuroyar Oljuvinnuráð, men at hann vegna Tjóðveldisflokkin mælir til, at ein komandi oljuvinna verður savnað í Suðuroynni. Hesum tók formaður floksins í sama blað undir við, og segði hann, at flokkurin metir tað vera skilabest at savna oljuvinnuna í Suðuroynni.
Skapt øsing
Suðuroyingar fegnast sjálvsagt um svarið frá Tjóðveldisflokkinum, men útmeldingin hevur sanniliga skapt øsing - eisini í Tjóðveldisflokkinum.
Poul Mohr, sum saman við skotska felagnum Asco hevur ætlanir um eina oljuvinnuhavn á Sundi og Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, sum sigur oljuvinnuna vera vælkomna inn á Skálafjørðin, halda báðir lítið um útmeldingina frá Tjóðveldisflokkinum. Teir siga báðir, at marknaðarkreftirnar sjálvar eiga at ráða fyri, hvar oljuvinnan skal savnast.
Torbjørn Jacobesen, floksfelagi hjá Hergeiri úr Eysturoynni, sigur, at Tjóðveldisflokkurin als ikki hevur givið Hergeiri Nielsen heimild til at svara Suðuroyar Oljuvinnuráð vegna flokkin. Hann sigur, at málið ikki hevur verið til viðgerðar í flokkinum, og skilir tískil ikki Hergeir.
? Hetta kann sammetast við, at eg fór í fjølmiðlarnar og segði, at ein samdur Tjóðveldisflokkur hevur avgjørt, at Vaktar- & Bjargingartænastan nú skal liggja í Runavík, segði Torbjørn Jacobsen og vísti á, at hann fer at krevja eina frágreiðing á næsta floksfundi.
Flokkurin er samdur
Men Hegeir Nielsen stendur, sum áður nevnt, fast við, at Tjóðveldisflokkurin er samdur um svarið til Suðuroyar Oljuvinnuráð.
? Vit hava tosað saman í flokkinum um hetta mál, men eg skal tó ikki siga, at talan kanska var um ein fund, har Torbjørn Jacobsen ikki var hjástaddur.
Tjóðveldistingmaðurin úr Suðuroynni sigur seg ikki vera bangnan fyri at geva Torbirni Jacobsen eina frágreiðing um málið á næsta floksfundi. Hann er nevniliga vísur í, at alt er farið reiðiliga fram, og at hann ikki hevur tikið sær størri heimildir enn gott er.
Ansa eftir útmeldingum
Hergeir Nielsen sigur seg vita, at Javnaðarflokkurin eisini hevur svarað fyrispurninginum frá Suðuroyar Oljuvinnuráð.
? Talan var nevniliga um eina munnliga útmelding á einum fundi í Suðuroynni við persónligari heilsan frá Jóannesi Eidesgaard. Tískil hongur tað ikki saman, tá Jóannes Eidesgaard sigur, at Tjóðveldisflokkurin tosar suðuroyingar upp í lag, tá hann meldar út, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen leggur afturat, at vit mugu ansa eftir, at kjakið um oljuvinnuna ikki verður til ógvusligar og óneyðugar útmeldingar frá flokkunum uttan nakra ítøkiliga handling.