USA Today og nógvir aðrir stórir miðlar fortelja nú um eina jarðarferð í Michigan í USA, sum nú hevur ført til, at hjúnini, Linda og Jeff Hullibarger, hava stevnt katólska prestinum, sum hevði jarðarferðartaluna, tá sonur teirra varð jarðaður hin 8. desember í fjør.
18 ára gamli sonurin, Maison Hullibarger, doyði fyri egnari hond hin 4. desember í fjør, og kirkjan var fullsett, tá hann fór til gravar fýra dagar seinni. Í sínari talu gjørdi presturin, LaCuesta, greitt, at tað ikki er vist, at drongurin sleppur í himmalin, tá hann valdi at taka sítt egna lív.
Hjúnini siga, at tey hittu prestin í góðari tíð fyri jarðarferðina, og her skiftu tey orð við hann um, hvussu tey ynsktu, at jarðarferðin hjá soninum skuldi verða. - Vit ynsktu, at presturin snakkaði um lívið hjá Maison - og ikki um, hvussu hann doyði.
Pápin, Jeff Hullibarger, sigur, at við jarðarferðina segði presturin, hvat hann heldur um sjálvmorð, og pápin leggur aftrat, at tey næstan ikki trúðu tí, tey hoyrdu. Heilar seks ferðir nevndi presturin sjálvmorð í sínari jarðarferðartalu.
Í stevningini lýsa hjúnini taluna hjá prestinum sum "... eitt slag av fyrilestri um, hví sjálvmorð er synd sum eisini kann fordøma eina sál..." Tey hava tíski saksøkt bæði presti og bispadøminum í Detroit, og tey halda, at presturin eigur at missa starvið.
Jeff Hullibarger sigur við USA Today, at hann sjálvur fór upp til altarið í royndini at fáa prestin at steðga, men tað var til fánýtis. Tá talan var liðug, royndi hann aftur at fara eftir presti, men presturin gav bara tekin til urguleikaran um at spæla.
- Og so varð kistan í skundi borin oman eftir kirkjugólvinum, sigur pápin.
Pápin leggur aftrat, at í talu síni fordømdi prestur sonin og kallaði hann syndara, og presturin setti eisini spurnartekin við, um sonurin hevði angrað nóg mikið til at sleppa í himmalin.
Tað vóru ikki bara foreldrini, sum øtaðust yvir taluna hjá prestinum við jarðarferðina, tí tað vóru sambært pápanum Jeff Hullibarger nøkur av vinfólkunum hjá soni teirra, sum hugtung rýmdu úr kirkjuni.
Í einum úttalilsi til Detroit Free Press skrivar erkabiskupsdømið í Detroit soleiðis:
"Vit deila sorgina eftir henda stóra miss. Okkara vón er altíð at troysta í slíkum støðum við okkara jarðarferðum, har vit hava fokus á kærleikan og lekievnini hjá Gudi. Tíverri hendi hetta ikki í hesum føri..."
Erkabiskupsdømið leggur aftrat, at tey eru samd í, at familjan ikki fekk ta jarðarferð, tey ynsktu, og biskupsdømið upplýsir eisini, at nevndi prestur ikki longur sleppur at halda jarðarferðartalur.
Tá kistan við hinum 18 ára gamla var komin út úr kirkjuni, søgdu hjúnini, Linda og Jeff Hullibanger, við prestin, at hann slapp ikki at gravseta sonin. Tískil varð kistan gravsett uttan hjálp frá prestinum.
- Vit hildu nú okkara egnu talu fyri Maison saman við øllum, sum elskaðu hann, siga hjúnini við amerikanskar miðlar.