Hjá norsku løgregluni hevur ivi nú stungið seg upp um, hvør motivið við møguliga ráninum av Anne-Elisabeth Hagen kanska er okkurt heilt annað enn pengar. Spurningar, sum er frammi, eru eitt nú, um onkur kanska vil flyta fokus frá øðrum kriminaliteti við at seta fokus á og draga hetta málið út.
Hesir tankar eru nú frammi hjá norsku løgregluni, eftir at 15 vikur eru farnir, og ikki eitt einasta eitt lívstekin er komið frá 68 ára gomlu ríkmanskonuni. Seinasta mánadag gjørdist tað alment kjent, at familjan í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen eisini búði, hevur fingið nýggj boð frá møguligum ránarum, hesaferð um ein annan pall enn áður.
Í nýggju boðunum skal mótparturin hava sagt – ella ”skissert”, sum norðmenn rópa tað, hvussu tey kunnu geva familjuni eitt lívstekin frá Anne-Elisabeth Hagen. Mátin, sum møguligir ránarar vilja, at hin 68 ára gamla skal geva lívstekini, sær norska løgreglan sum nøktandi. Hetta er ein lítið krevjandi háttur, veit norska heimasíðan www.vg.no at siga.
Fríggjadagin visti kanningarleiðarin hjá norsku løgregluni, Tommy Brøske, at siga, at mótparturin heldur ikki í vikuni, sum nú fer, hevur latið frá sær nakað tekin um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. VG veit eisini at siga, at tað hevur skapt órógv hjá norsku løgregluni, at tey enn einki lívstekin hava fingið.
Eitt ástøði hjá løgregluni nú er, at mótparturin ”keypir” sær tíð við at leggja trýst á løgregluna, møguliga fyri at flyta flokus frá øðrum kriminaliteti. Ein slík hypotesa – ella varhugi, sum ikki er prógvaður – hevur fleiri áhugaverd ting fyri granskarar.
* Hvørji løgregluátøk eru rakt av, at løgreglan hevur brúkt so nógva tíð upp á Hagen-málið?
* Er annar kriminalitetur farin fram í hesum tíðarskeiði?
* Ella - er okkurt í umbúna í kriminellum umhvørvum?