Ikki vist, at Sólborg er í flotanum við ársenda

- Rækjutrolarin Sólborg hevur kostað okkum einar 20-25 miljónir krónur seinastu 3-4 árini, og tí er ikki vist, at skipið verður í flotanum, tá ið hetta árið er liðið, sigur Petur H. Jacobsen, reiðari, sum heldur, at landsstýrið bara dregur málið út um at veita rækjuflotanum eina hjálpandi hond

Rækjuflotin

Rækjutrolarin, Sólborg, er í Eysturgrønlandi. Skipið hevur fiskað í einar tríggjar vikur og hevur umleið 120 tons í lastini.
Petur H. Jacobsen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hevur verið misjavnur. Onkran dagin hava teir fingið eini seks tons, og aðrar dagar hálvt annað tons. Men samanlagt, síðan Sólborg byrjaði at fiska í grønlendskum sjógvi, hevur veiðan verið á eini leið.

Keypa kvotur

Kvotan hjá rækjutrolarunum undir Eysturgrønlandi er 115 tons, men við tað, at tvífalt so nógv loyvir eru givin, sum skipini eru í løtuni, hava nøkur rækjuskip keypt sær eykakvotur. Tað hevur reiðaríið hjá Sólborg eisini gjørt, og tí kunnu teir fiska umleið 230 tons í Eysturgrønlandi.
Sum skilst, fara teir at royna at fiska alla kvotuna á hesum túrinum og við tí fiskiskapi, sum hevur verið, væntar reiðarin, at skipið verður har yviri einar tríggjar vikur aftrat.
Nú rækjuflotin er so illa fyri ? og fá skip eru eftir í flotanum, er spurnartekin sett við, hvussu rætt tað er, at reiðaríir, sum eigar kvotur undir Eysturgrønlandi, men eingi skip, skulu sleppa at selja hesar kvotur til tey skipini, ið eftir eru. Spurningurin er, um hesar kvotur ikki skuldu fallið til tey skip, sum eru í flotanum ? ókeypis.
Petur H. Jacobsen heldur, at nakað kann vera um hetta, tí tað kostar fitt av peningi hjá rækjuskipunum, sum eru í flotanum, at skula keypa hesar kvotur.
Sum skilst, kann eitt reiðarí, sum eigur kvotu í Eysturgrønlandi, selja hesi rættindi fyri umleið hálva miljón.
- Tað hevði kanska verið bíligari hjá okkum bara at lagt skipið og selt kvotuna, sigur Petur H. Jacobsen.

Úr "lummanum"

Hann vísir á, at Sólborg hevur kostað reiðarínum einar 20-25 miljónir krónur ? eftir reyv ? seinastu 3-4 árini, og spurningurin er, hvussu leingi nakar kann ella tímir tað.
- Hetta hevði slett ikki gingið hjá okkum, um vit ikki høvdu Krúnborg, sigur reiðarin.Spurdur, um hann væntar, at Sólborg verður í flotanum við ársenda 2005, sigur hann, at tað er ógvuliga ivingarsamt, um ikki eitt hvørt hendir sum ger, at raksturin verður batnar.
- Nei, tað er ikki vist, at Sólborg fiskar undir føroyskum flaggi um eitt ár.
Petur vísir á, at landsmyndugleikarnir hava tosað um at veita rækjuflotanum ein bata, men hann heldur ikki, at teir meina nakað við hetta, tí tað hendir einki.
- Hetta málið verður drigið út, og nú siga teir, at avgerðin skal bíða til eftir fólkatingsvalið ? hvat so hetta valið hevur við málið um rækjuflotan at gera.

Eingin vilji

Reiðarin fer so langt sum at siga, at landsmyndugleikarnir helst vilja bíða við eini hjálpandi hond, til einki rækjuskip er eftir í flotanum.
- Og tá verður jú ikki neyðugt við nøkrum sum helst, tí tá hava vit ongan rækjuflota eftir. Tá eru eisini tey skipini farin, sum vit í dag hava eftir.
Petur heldur, at fíggingarstovnarnir hava ikki viljað "langað til", sum hann tekur til, so leingi landsstýrið sigur seg vilja hjálpa rækjuflotanum, men spurningurin er, hvussu leingi vit ? og teir ? kunnu bíða aftrat.
Reiðarin dugir annars ikki at síggja, at nøkur útlit eru fyri árið í ár sum benda á, at raksturin hjá rækjuflotanum fer at batna.
- Rækjuprísirnir eru framhaldandi lágir, og oljan er dýr. So, útlitini eru vánalig, um einki verður gjørt, sum kann lyfta undir raksturin, sigur Petur H. Jacobsen, reiðari.