IKON nýggjan stjóra

IKON fær nú nýggja stjóra. Fríggjadagin 12. desember tekur Petur Slyne við sum nýggjur stjóri, eftir Árna Arge, sum fer at royna aðrar leiðir. Nú tekur Petur Slyne við sum nýggjur stjóri eftir Árna Arge, sum fer at royna aðrar leiðir. Árni Arge hevur verið stjóri fyri IKON, síðan fyritøkan varð stovnað 1. november 2007, og áðrenn tað var hann stjóri fyri reklamuvirkið Petur & Petur, sum IKON yvirtók sítt virksemi frá.

Nýggjur stjóri fyri IKON verður Petur Slyne. Hann er 37 ára gamal og hevur í mong ár arbeitt sum grafikari og ráðgevi. Petur Slyne var ein av stovnarunum av reklamuvirkinum Petur & Petur í 1999, og hann var somuleiðis við til at stovna VikuBlaðið í 2001.

Petur Slyne er frammanundan parteigari í IKON, og hann hevur arbeitt fyri fyritøkuna, síðan hon var stovnað, hóast hann hevur búð uttanlands eina tíð. Nú Petur Slyne tekur yvir sum stjóri fyri IKON, flyta hann og familjan heim aftur til Føroya at búgva.