Illa gjøgnumhugsaði íløgukarmurin

Valla man nakar mótmæla, tá sagt verður, at fleiri kommunur fyrr eru komnar illa fyri vegna ov nógvar íløgur. Tað er ivaleyst skilagott, at onkur koordinering er frá landsins síðu viðvíkjandi kommunalum íløgum. Alt skal tó valdast.

 


Íløgukarmurin, sum landstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fram er, sum so nógv annað hjá hesari samgonguni, ein alt ov fýrakantað og illa gjøgnumhugsað skipan, ið eingin kann liva við. Tað er løgið, at samgonguflokkarnir ikki langt síðani hava broytt hetta lítið gjøgnumhugsaða uppskot, tí sera ringt er at finna nakran, ið er nøgdur við skipanina, og kemur skipanin at forkoma menning í smærru kommununum, heldur hon fram.


Kommunalar íløgur kunnu vera so ymiskar. Tað er skeivt at bólka allar íløgur saman undir eitt. Er talan um eina kommunala rulluskoytubreyt, so verður tann íløgan flokkað á sama hátt sum alneyðugar íløgur sosum skúlaútbyggingar ella læknahølir, og er tað púra burturvið. Hettar kundi verið loyst við einari ella aðrari vekting, soleiðis, at eitt nú skúlaútbyggingar bert vektaðu helvtina, tá tað kom til íløgukarmin.


Ein annar trupulleiki, ið vit her hava gjørt vart við fyrr, er, at íløgur koma í stórum klumpum. Ein lítil kommuna skal kanska byggja ein skúla 30 hvørt ár, men við núverdni stirvnu og illa gjøgnumhugsaðu skipan, so ber als ikki til hjá einari slíkari kommunu at gera nakað sum helst við at byggja nakrantíð, hóast teir kanska hava spart upp í nógv harrans ár. Onkur má fortelja Karsten Hansen og hansara ráðgevum, at kommunalar íløgur eru ikki eftir einari linju, og ger hetta seg serliga galdandi hjá smærri kommunum. Ein loysn á hesum kundi verið at gjørt langtíðaríløgukarmar, har eitt meðaltal kann vera sett fyri eitt áramál, soeliðis, at ein bygingur kann byggjast, uttan at tað skal taka tíggju ár hjá einari minni kommunu, ið annars er væl fyri.


Tað skal verða okkara vón, at samgongan tekur seg um reiggj og avtekur stirvna og illa gjøgnumhugsaða íløgukarmin beinanvegin, og setur okkurt meira hóskandi og ikki minst veruleikanært í staðin. Íløgukarmurin er ikki ristur í grót, hann kann broytast, um politiski viljin er til staðar, men spuringurin er, um hann er tað. Livst so spyrst.