Og hvat varð av lodnuni forrestin? Skuldi hon bara gloymast?
Í beinleiðis sending í sjónvarpinum í kvøld vísti landsstýrismaðurin í fiskivinnu-málum ein ótrúligan mangul upp á vitan um, hvat íð gongur fyri seg í pelagisku vinnuni og um tað søguliga í sáttmálasamráðingunum. Hann fekk tað eisini til at síggja út sum um hann hevði eina beinleiðis ætlan við einki at vita.
Hann segði seg hava fingið at vita, at allur svartkjaftur avreiddur í Føroyum í 2008 var latin fyri umleið 85 oyru pr kilo. Og hetta er uttan iva rætt. Ikki eitt orð um virðisøking á Havsbrún. Hann vildi eisini niðurgera tær nøgdirnar, sum høvdavirkið í Leirvík kundi taka ímóti. Bert upp í ein ella nakrar fáar tangar á einum nótabáti, tók hann vist til.
Hetta burturforklárar ikki, at í tí løtu sáttmálin við russar varð undirskrivaður vóru hesar fortreytir alkunnigar:
Frystur svartkjaftur í stórum nøgdum kann seljast til prísir úr kr. 2,50 og upp til uml. kr. 5,- pr kilo. Hetta átti landsstýriamaðurin at vita.
Fyri hálvum árið síðani bjóðaði ein av eigarunum av høvdavirkinum í Leirvík mær kr. 5, - fyri svartkjaft og 5000 tons var tá einki problem. Eg hoyri nú frá aðrari síðu, at teir við verandi marknaðarviðurskiftum halda seg kunna taka upp í eini 25.000 tons um ári til á leið henda prísin. Hetta kann landsstýris-maðurin so kanna á høvdavirkinum. Vil ikki sjálvur vekja Eirik nú eg skrivi hesar reglur.
Stórir hollandskir frystibátar hava vent sær til nótabátaeigarar fyri at keypa svartkjaft á feltinum og hava nevnt ein prís upp á kr. 2,50 pr kilo
Eitt virki liggur í Kollafirði, sum er ført fyri at frysta 500 t um samdøgri. Hetta kundi veri eini 10 – 12.000 t um mánaðin í 4 mánaðir – uml. 45.000 tons til onkran av omanfyri nevndu prísum. Kundi verið ein loysn hjá teimum, sum enn fiska í tangar. Arbeiðspláss til eini 30 - 40 fólk. Frakt til føroyskan kjøl.
Og helst eigur Hans Andrias eitt skip íð kundi lagt seg at keypt frá teimum pelagisku trolarunum – kanska eini 6.000 tons um mánaðin og minnist meg rætt nevndi hann kr. 3,25 pr kilo í sjónvarpinum.
Og so Havsbrún. Her er tað ikki bara tey 85 oyruni til skipini men eisini øll tann virðisøkingin, sum fer fram á Havsbrún. Smb. rapport gjørd av Havsbrún, størsta virðisøkingin, sum kann fáast burtur úr svartkjafti. Mær vitandi hevur eingin mótprógvað hesum enn og tað eru meira enn 10 ár síðani rapportin kom. Varð gjørd í smb. við endurgjald til ídnaðarbátarnar, minnist meg rætt.
7 skip við uml. 25 fólkum knýttum at hvørjum.
Grundarlagi undir fleiri av størstu virkjunum í Føroyum
Her er nógv at taka fatur í. Tað verður tosað um hetta í hvørjum túni í Føroyum, men í høvuðsborgini á Hálsi tykist hetta at vera fremmand tala.
Landsstýrismaðurin vildi í sjónvarpssendingini fanga Hans Andrias á skeivum beini tá íð hann vildi reypa av at hava fingið 20.000 tons av svartkjafti aftur frá russum til kanska kr. 3, - pr kilo. Jamen, um tað er so, so mugu hini 100.000 tonsini eisini kosta kr. 3,- pr kilo og so hevur Hans Andrias grein í sínum máli um henda velduga mismunin upp á kanska 200 – 300 mió. kr.
Alt hetta visti ella átti landsstýrismaðurin at vita ta løtu hann skrivaði undir russara-sáttmálan og tað er tað, sum fær meg til at ivast í hansara viðurskiftum við lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Hevur hann røkt føroysk áhugamál nóg væl ella hevur hann eisini umhugsað at tæna øðrum seráhugamálum?
Og so er tað lodnan. Hvat varð av henni?
Tað hevur alt summar ljóðað, at vit fóru at fáa lodnu í heyst, tí nú fóru russar og norðmenn aftur at fiska lodnu. Tá íð lodnufiskiskapurin varð steðgaður – minnist meg rætt var tað í 2002 – var tað í minsta lagi við tí forstáilsi ella kanska stendur tað í onkrari protokol, at tá í lodnan kemur aftur, so fara Føroyar at fáa lodnu.
Men eingin lodna er í sáttmálanum. Frá sendinevndini ljóðar, at russar og norðmenn í felag hava gjørt av onga lodnu at lata til triðjalond. Á tíðarinnar morgni varð goldið fyri hesa lodnu bæði til Noreg og Rusland. Eg minnist ikki – men eisini hetta má kunna kannast í Fiskimálaráðnum – um vit í 2002 fingu nakað afturfyri lodnuna. Haldi lika gjarna at vit einki fingu og so eiga vit nakað til góðar hjá hesum báðum sáttmálapartnarum. Um vit fingu nakað afturfyri, ja, so er tað farið til at keypa tosk fyri í Barentshavinum við tí forstáilsi, at tað skuldi brúkast til at keypa lodnuna aftur. Um so er má okkurt flytast frá Barentshavinum til pelagiska flotan nú tað er staðfest at vit onga lodnu fara at fáa.
Árið fyri sum lodnufiskiskapurin varð steðgaður var sera góður prísur á frystari lodnu.
Tað ljóðaði at okkurt skipi fekk upp í kr. 15 pr kilo, men millum 5 og 10 kr. pr kilo var vist heilt vanligt tað ári. og russar kravdu tá við samráðingarnar, at vit settu ein prís á lodnuna í staðin fyri at rokna í toskaequivalentum, sum vit plagdu. Uppskot var frammi um at leggja seg á ein prís mitt ímillum ídnaðarprísin og nevnda marknaðarprís. Hetta var tá blankt avvíst av føroysku sendinevndini.
Tá íð føroyingar nú skjóta upp at seta størri virði á svartkjaftin, so átti hetta sostatt ikki at verið ein fremmandur tanki fyri russum. Og lat teir fáa fullan betalning fyri lodnuna.
Nú má vera nokk ikið og kropið fyri russarum. Sum um føroyingar ongan svartkjaft ella makrel høvdu fingið, um ikki russar høvdu skaffa okkum hetta. Tá íð svartkjafturin skuldi býtast millum londini var tað eingin sum tosaði um russiskan leiklut í at skaffa okkum kvotu. Føroyingar høvdu sjálvir skaffa sær grundarlagi við góðum heimaarbeiði og dugnaligum samráðingum. Og at makrelur var á føroyskum øki áðrenn russar fóru at geva hann upp er eingin loyna. Føroysk nótaskip høvdu landað heilar lastir av makreli til ídna síðst áðrenn russar nakrantíð góðu makrel upp í føroyskum øki.
Vit hava leingi roknað við at TAC fyri makrel skuldi fara uppeftir aftur og at tað so kundi gerast ein uggi hjá nótabátunum, tá íð svartkjafturin fór at minka. Men hvat hendir? Teir missa bæði.
Tað verður torført hjá nótabátunum at leggja eina raktrarætlan fyri 2009 við bert einari kvotu: 7000t av sild, uml. 1800 t av makreli og 5800 t av svartkjafti. Og svartkjafturin minkar helst meira næsta ár.Og kanska onkur av hinum kvotunum við – hvør veit? Einasta loysnin burtur úr hesum er at kasta kvotur saman og mítt boð vil vera, at á nýggjárinum næsta ár eru 3 bátar minni i pelagiskari vinnu. Og tá so svartkjafturin einferð kemur uppaftur, ja, so eiga vit ongan kapacitet til at fiska hann við.
Onkur hevur havt hug at klikkja samráðingarleiðarin fyri hetta vánaliga úrsliti. Eg rokni við, at tað er skeivt. Hann hevur bert gjørt sum hann var biðin: far eftir øllum toskinum og ger sum best. Undarligar mannagongdir undir samráðingunum tykjast at stuðla hugsanina um, at her var alt leyst og liðugt frammanundan. Sendinevndin fekk lítla ávirkan á tilgongdina – um nakra.
Nei, hesin landsstýrimaðurin hevur ikki gjørt tað lættari hjá pelagisku vinnuni. Men teimum, sum hava tað gott frammanundan hevur hann latið virðið av 52 mió. kr., helt eg meg hoyra hann siga, at býta út á 4 skip, sum onga virðisøking leggja í Føroyum.
Skilji tað hvør íð vil.