Illa stendur til, tá veruleikin gerst eitt haft

Áki Andreasen

Eg má hava rakt við ringu samvitskuna hjá sambandsmonnunum, Johan Dahl og Helga Abrahamsen. Um framt at oddagreinin í Dimmalætting 21. februar avdúkaði skitnu vápnini hjá Sambandsflokkinum.

Ein afturvendandi trupulleiki hjá sambandsfólki, og hjá Sambandsflokkinum er, at veruleikin gerst eitt haft og ein marra. Tað gerst ein bági hjá sambandsstuðlum tá tað ferð eftir ferð vísir seg at føroyskar loysnir eru við til at menna samfelagið og at leggja lunnar t.d eitt føroyskt flogfelag.


Politiskt snildi.
Lønti floksskrivarin hjá Sambandsflokkinum vísir á, at Sambandsflokkurin og málgagn Sambandsfloksins ikki havi verið móti føroyska flogfelagnum. Hann vísir á at Sambandsflokkurin tvær ferðir hevur játtað flogfelagnum pening. Gaman í - atkvøddi Sambandsflokkurin fyri, men tað var bert fyri ikki at standa einsamallur, tí tað vildi verið ov avdúkandi. Sambandsflokkurin bleiv kroystur at atkvøða fyri - hann atkvøddi ikki fyri av vælvild, men reinum politiskum snildi.
Í staðin fór flokkurin í eina miðvísa herferð móti flogfelagnum. Málgagn Sambandsfloksins og við greinum sum t.d: "føroysk rullupylsa bjargar ongum flogfelag" og øðrum við, hevur herferðin verið førd fram.

Tann bøtandi hondin og tann spillandi tungan...
Tað er beinleiðis margháttligt tá tingmaður sambandsfloksins nevnir orðafelli um ta bøtandi hondina og ta spillandi tunguna. Tá hann so nevnir tað í samband við eitt aftursvar til undirritaða viðv. Atlantic Airways - so tykir mær at tað má standa illa til tá veruleikin gerst eitt haft. Tí veruleikin er tann at, Johan Dahl hevur eitt ella annað endamál við at finnast at og seta føroyska flogfelagið í eitt ringt ljós, ikki tí - hann er í tí rætta flokkinum; men júst hvat endamálið er dugi eg ikki at síggja. Føroyska flogfelagið hevur givnar treytir at virka eftir. Leiðslan í felagum hevur ikki við einum einasta orðið grett um at vera ímóti einskiljing ella kapping á flogferðsluøkinum.
Tí tá talan er um flogferðslu á føroyskum veingjum hevur sambandsflokkurin og Johan Dahl ikki verið partur av tí bøtandi hondini, heldur hinvegin.
Sum toppurin á politisku kransakakuni hjá Sambandsflokkinum, hevði fyrrverandi løgmaður hjá flokkinum, føroyska flogfelagið á sølulista, sum partur av einari kreppuloysn - nei Sambandsflokkurin hevur ongantíð verið ímóti Atlantic Airways - góðan morgun Helgi Abrahamsen!

Almennu Føroyar og vinnulívið.
Guð viti nær tað gongur upp fyri monnum sum Johan Dahl, at hann situr í samgongu og hevur allar møguleikar fyri at ávirka, so at hann fær tær loysnir hann heldur vera tær skilabestu.
Johan Dahl, Helgi Abrahamsen og allur Sambandsflokkurin veit væl at undangonguflokkurin tá talan er um greiðan skilnað millum alment og privat hevur verið og er framvegis Tjóðveldisflokkurin.
Kreppuloysnirnar skulu ikki framhaldandi mynda føroyska vinnulívið.
Havi ikki møtt nøkrum sum metir at danskar kreppuloysnir eru er varandi loysn.
Tað er ikki tað sum var kjarnan í mínari viðmerking til grein hjá Johan Dahl.
Eg meti ikki tað tænir Johan Dahl og Sambandsflokkinum til nakran sóma, framhaldandi at finnast at og niðurgerað føroyska flogfelagið, men tað stendur teimum frítt at gera tað - so halda teir eisini "sambandsstásið" viðlíka.
Avgerandi er, at ein einskiljing verður gjørd við gjøgnumskygni og ikki verður stýrd av vina - og kenningapolitikki.

Gevist at renna undan veruleikanum!
Eg veit satt at siga ikki hvat meiningin er við skrivingarlagnum hjá Johan Dahl og sambandsstuðlunum. Fyrst ein grein, á tremur við atfinningum mótvegis Atlantic Airways, síðan ein onnur grein sum ber í bøtuflaka - sum endar við nøkrum spurnginum, har Johan Dahl væl kennir svarið. Floksskrivarin Helgi Abrahamsen kemur síðan við grein sum upp í saman berjist við veruleikan og endurtekur upp í saman: "Sambandsflokkurin var ikki móti Atlantic Airways".
Síðan ein oddagrein í Dimmalætting sum er á so lágum støði, at torført er at taka greinskrivaran fyri fult. Alt bert fyri at renna undan veruleikanum - tí veruleika at Johan Dahl nýtir hvørt høvi hann fær at leggja eftir Atlantic Airways, á sama hátt sum málgagn sambandsfloksins og Sambandsflokkurin hevur gjørt síðan føroyska flogfelagið sá dagsins ljós.
So eg vil endaliga heita á tykkum: gevist við at renna undan veruleikanum, tí tá veruleikin gerst eitt haft um beinini á tykkum, er ilt at grundgeva og halda seg til kjarnina í málinum.