Kenda franska blaðið, L'Equipe, skrivar í kvøld, at 6-1 sigurin hjá Paris Saint-Germain á Reyðu Stjørnu í 2. umfari í Champions League bólkaspælinum, nú verður kannaður fyri avtalað spæl.
Les eisini: Fótbóltsgøla á veg í Evropa
Mynduleikarnir hava illgruna um, at ein perónur í leiðsluni hjá serbiska stórfelagnum skal hava sett 37 milliónir krónur upp á, at Reyða Stjørna skuldi tapa við fimm málum.
Franska blaðið skrivar, at UEFA nakrar dagar undan dystinum, fekk at vita, at okkurt óregluligt var í spæl í samband við dystin. Nú verður ein kanning sett í verk. Sambært fronsku tíðindastovuni, AFP, hevur Reyða Stjørna tikið frástøðu frá ákærunum.
Reyða Stjørna megnaði í fyrsta umfari, at spæla málleysan javnleik móti italska Napoli. Síðani taptu teir 6-1 fyri PSG í París, meðan felagið nú skal spæla tveir dystir móti Liverpool.
Fyrr í vikuni blivu fleiri fólk handtikin í samband við eitt størri mál, har illgruni er um avtalað spæl og fíggjarligt svik í millum annað fronskum og belgiskum fótbólti.