Illgruni um álvarsama djórasjúku í Føroyum - kann smitta fólk

Mánadagin fekk landsdjóralæknin fráboðan um ein hund, sum hevði sjúkueyðkenni, ið kundi bent á, at hann hevði leptospirosu sjúku.

Týsdagin kom fráboðan um nakrar hvølpar afturat undan somu tík, sum allir høvdu somu sjúkueyðkenni.

Landslæknin og landsdjóralæknin siga í eini felags ávaring í kvøld, at royndir av blóði og gøgnum eru tiknar av hundunum og sendar til Danmarkar til kanningar.

Sjúkan er álvarslig og kemur av eini bakteriu, sum smittar millum annað hundar, rottur og mýs og hon er ikki staðfest hjá hundi í Føroyum áður.

- Sjúkan kann smitta frá djórum til menniskju, tó at smittuvandin verður ikki mettur at vera stórur, siga Landslæknin og landsdjóralæknin.

Smittað djór lata leptospirabakteriur frá sær gjøgnum landið og oftast eru tað rottur og mýs, ella kloakkvatn, sum eru atvoldin til smittu.

Í Føroyum er fráboðanarskylda tá ið illgruni er um leptospirosu sjúku hjá bæði menniskjum og djórum, men higartil er eingin tilburður skrásettur.

- Hóast vit hava havt hesar tilburðir, verður ikki mett at vandi fyri leptospirosu er størri enn í okkara grannalondum.

Landslæknin og landsdjóralæknin minna tó á at hugsa um reinføri, tá ið ein er saman við hundum - tað eru eisini aðrar sjúkur, sum hundur kann bera við sær.

Tað vil siga at fólk eiga at vaska sær um hendurnar eftir at man hevur handfarið hundin, serliga áðrenn man fer at eta.

- Serliga skal ansast eftir tá ið man turkar skarn og land upp eftir hvølpum og hundum, tí tá er umráðandi ikki at fáa nakað á seg. Tí skulu fólk helst brúka handskar, og vaska sær væl um hendurnar aftaná.

Hundaeigarar eiga serliga at ansa eftir, at hundarnir ikki drekka av skitnum hyljum ella koma at vatni, sum kann vera dálkað við kloakk.

- Mælt verður staðiliga frá at lata hundar ganga uttan eftirlit, siga Landslæknin og landsdjóralæknin.

Ofta eru sjúkueyðkenni hjá menniskjum eru ikki eyðkend og kunnu minna um beinkrím.

Ofta eru sjúkueyðkennini høgur fepur, høvuðpína, reyðsprongd eygu og vøddapína, serliga í leggjum og um lendarnar.

Í álvarsomum førum kann Leptospirosa elva vil Weils sjúka, har serliga livur og nýru eru ávirkað.

- Hevur ein illgruna um sjúku verður mælt til at venda sær til lækna.

Sjúkueyðkenni hjá hundi kunnu vera at hundurin vil ikki eta, spýr og hevur ilt í búkinum og fepur. Eisini sæst gulsótt.

Hevur ein hundur tekin um sjúlkuna, verður mælt til at venda sær til djóralækna, siga Landslæknin Landsdjóralæknin.

Savnsmynd.