Norrøna kemur til Bergen seinnapartin, og har verður hon liggjandi til mikumorgunin. Illveður hevur darvað ferjusiglingini millum Danmark og Noreg um vikuskiftið, og veðrið hevur eisini ávirkað siglingina hjá Norrønu.
Norrøna er í løtuni á veg til Bergen, har hon væntandi leggur til bryggju um 14 lokala tíð seinnapartin. Sum veðurvánirnar eru í løtuni, verður Norrøna liggjandi í Bergen til mikumorgunin, tá veðrið væntandi verður betri. Norrøna er so aftur í Havn hósdagin. Hetta hevur við sær, at Íslandstúrurin hesa vikuna er avlýstur.
Smyril Line sigur, at ferðafólk gista umborð á Norrønu, meðan hon liggur í Bergen. Smyril Line syrgir fyri mati til ferðafólkini, samstundis sum reiðaríið mánadagin og týsdagin skipar fyri ymsum tiltøkum fyri ferðafólkunum.
Á heimasíðuni www.smyril-line.fo og á telefonsvarara 345800 ber til at fáa tey nýggjastu boðini um siglingina hjá Norrønu.