Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, kunngjørdi seinnapartin, at allar strendur og lundir í býnum verða stongdar á middegi í morgin lokala tíð, tí at eitt lágtrýst við vindi og regni er á veg ímóti býnum.
Borgarstjórin sigur, at tað verður neyðugt at flyta fólk úr láglendinum í morgin, men at væntandi sleppa heim aftur skjótt.
-Vónandi sleppa vit undan at senda bjargingarfólk til sjós at hjálpa fólki, sum bera seg býttisliga at, sigur Michael Bloomberg sambært Reuters.
Sum skilst benda tey seinastu veðurtíðindini á, at veðrið verður ikki so ringt, sum veðurstovurnar upprunaliga væntaðu, tí lágtrýstið kemur ikki so nær eysturstrondini sum væntað.