Fyri fyrstu ferð síðani ísraelsku álopini á Libanon byrjaðu, eru tekin um politiska ósemju millum USA og Ísrael
Ísraelski forsætisráðharrin var avgjørdur, tá hann gjørdi støðuna í Libanon upp á gjár. Ísraelsku álopini á støðir hjá Hizbollah fara at halda fram, og tey verða ikki steðgað, fyrr enn ein altjóða friðarherdeild er komin til Libanon.
Eygleiðarar hava heft seg við, at orðini hjá Olmert stríða beint ímóti ætlanini hjá amerikonsku stjórnini, sum vil hava frið í Miðeystri sum skjótast.
Vit tosa ikki um vikur, men um dagar, segði Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, í gjár.
Eygleiðararnir halda kortini ikki, at ósemjan millum USA og Ísrael er so álvarssom, tí londini eru á einum máli um, at bardagin ímóti Hizbollah er eitt lið í bardaganum ímóti yvirgangi og samstundis eitt stríð við tey bæði stuðulslondini hjá Hizbollah, Iran og Sýrialand.
Men ísraelska bumbuálopið á Kfrar Qana sunnudagin, sum kostaði 54 sivilfólkum lívið, hevur gjørt tað trupult hjá amerikonsku stjórnini at verja ísraelsku krígsførsluna, skrivar AP, og í Bretlandi er Tony Blair, forsætisráðharri, fyri hvøssum atfinningum, tí hann sigur seg taka undir við politikkinum hjá Bush í Miðeystri og aðrastaðni.
Ísrael er sum sagt sinnað til vápnahvíld, tá eitt altjóða herlið kann tryggja frið í Libanon. Hizbollah hevur eisini sagt seg vera sinnað at leggja vápnini, um treytirnar fyri einari vápnahvílkd ikki eru ov harðar, men Ísrael sigur, at tað fer ikki at sleppa kravinum um, at Zizbollah verður avvápnað.
Londini, sum umhugsa at senda hermenn til Libanon, eru greið yvir, at ein vápnahvíld munar lítið, um Hiabollah ikki kann taka undir við henni. Tað er alment kent, at Hizbollah er alt annað enn fegið um fremmandar hermenn á arabiskari jørð, og tað vísti felagsskapurin eisini í áttatiárunum, tá hann noyddi bæði franskar og amerikanskar hermenn at taka seg úr Libanon.
Togan
Politiskir eygleiðarar í Bruxelles siga, at fleiri diplomatiskar avbjóðingar liggja fyri framman. Higartil hevur USA gjørt alt fyri at halda Iran og Sýrialand uttan fyri kreppuna, tí sambært amerikonsku stjórnini eru tey bæði londini ikki ein partur av einari loysn, men heldur tað øvugta.
Í Evropa er ikki semja um, hvussu farast skal fram. Írski uttanríkisráðharin, Dermot Ahern, segði í gjár, at tað slepst ikki uttan um Sýrialand, um krepan skal loysast, men franski forsetin, Jacques Chirac, vil ikki hoyra talan um at draga Damaskus upp í stríðið. Chirac vil vera við, at Sýrialand var uppií, tá vinnaður hansara, Rafiq Harriri, doyði av einar bumbuspreinging í Beirut. Frakland víl tí heldur hava smband við Iran um kreppuna.
Iran eigur sín part í kreppuni, og tað er tí ikki annað enn rímiligt, at landið verður tikið við upp á ráð, segði farnski uttanríkisráðharrin, Philippe Douste-Blazy, í gjár.
Men Iran hevur eisini síni krøv fyri at medvirka til eina loysn í Libanon, og her spøkir kreppan um landsins kjarnorkuætlanir aftur.