Seinastu tvey árini hevur heita navnið í føroyskari telving verið Helgi Dam Ziska. í 2004 varð hann unglingaføroyameistari og føroyameistari í snartalvi. Í ár hevur Helgi millum annað vunnið gull við Havnar Telvingarfelag í FM-liðkappingini, umframt at hann endaði á deildum triðja plássi í FM á Oyrarbakka. Hesi úrslit sparkaði ratingtal hansara við rakettferð rætta vegin.
Boð vórðu eftir Helga í juni at telva við í 1st Suðuroy International, men tá hevði hann ikki stundir. Afturfyri fóru feðgarnir, Andrias Ziska og Helgi, ein túr til Keypmannahavnar. Siðvanda Politiken Cup, sum síðani 1979 hevur verið telvað um summarið, stóð fyri durum. Fleiri sterkir stórmeistarar taka vanliga lut í vældámdu opnu kappingini í Keypmannahavn. Einki undantak varð í ár. Luttakaratalið varð yvir 200.
Helgi blandaði seg tíðliga í oddastríðið og helt stimanum tá komið var um helvtarkapping. Í áttanda umfari tapti Helgi tó fyri danmarksmeistaranum og stórmeistaranum Suna Berg Hansen. Kravið fyri at blanda seg í oddin aftur og vinna sær ein norm, varð at Helgi nú skuldi vinna seinastu tvey talvini.
Í níggjunda umfari eydnaðist tað Helga at vinna á danska landsliðsvenjaranun, Per Andreasen. Per er ein støðugur 2300-telvari, sum fleiri stórmeistarar mangan hava trupult at vinna á. Men Helgi gjørdi bart og vann.
Kravið var ein sigur á stórmeistara
Spenningurin var nú hæddini hvørt tað fór eydnast Helga at vinna á vælkenda danska stórmeistaranum Carsten Høi (2404) í tíggjunda og seinasta umfarinum. Ein sigur førdi ein norm og eina høga plasering við sær. Jú, eftir eitt drúgvt og svingandi talv, vann Helgi hegnisliga á Høi.
Eitt fantastiskt úrslit, sum viðførdi at Helgi ognaði sær sín fyrsta altjóða meistara norm og eitt deilt 2. pláss við sínum 7,5 stigum. Saman við Helga, endaðu ellivu aðrir telvarar á øðrum plássi, eitt nú 74 ára gamla legendan Viktor Korchnoi. Vinnari av kappingini gjørdist russin og hægstrataði telvarin í kappingini, Konstantin Sakaev (2669), við 8 stigum.
At Helgi er evnaríkur telvari, er einki dulsmál, men at hann innan so stutta tíð í føroysku elituni vinnur sær ein altjóða meistara norm, er sensationelt flott. Tað tykist sum Helgi hevur førleika at gerast fremsti føroyski telvari innan stutta tíð og kanska eisini altjóða meistari innan nøkur fá ár, um hann sjálvur vil tað. Og tá er stutt á mál til at gerast stórmeistari. Spennandi verður at fylgja yngsta skotinum í talvfýsnu Ziska-familjuni í nærmastu framtíð.
Veteranar royndu seg
Helgi Joensen av Toftum luttók á fyrsta sinni í Politiken Cup. Hann fekk 5 stig og endaði eitt sindur undir miðjuni. Pápi Helga, Andrias Ziska, fekk 4,5 stig.
Unglingaføroyameistarin Rúni Dragaberg vann sær 4 stig, meðan yngri bróður Helga Joensen, Hjalmar Joensen, fekk 3 stig.
Toppurin í Politiken Cup
1GM Sakaev,Konstantin8,0
2-13GM Korchnoi,Viktor7,5
2-13GM Shomoev,Anton7,5
2-13GM Kurnosov,Igor7,5
2-13GM Danielsen,Henrik7,5
2-13GM Hansen,Curt7,5
2-13GM Hector,Jonny7,5
2-13GM Hansen,Sune Berg7,5
2-13GM Schandorff,Lars7,5
2-13GM Chandler,Murray G.7,5
2-13Bjornsson,Sigurbjørn7,5
2-13Ziska,Helgi Dam7,5
2-13GM De Firmian,Nick E7,5
Talvið hesa vikuna
Helgi Dam Ziska (2177) GM Carsten Høi (2404)
Politiken Cup 2005 (10), 24.07.2005
1.e4 Ric6 2.d4 e5 3.d5 Rice7 4.Bd3 Rig6 5.Be3 Be7 6.Fd2 Rif6 Ein rættiliga óvanlig byrjan. Bæði Carsten Høi og Helgi eru sterkir taktiskir telvarar og kenna seg helst tí væl til rættis við hesari nærum óteoretiskari byrjanargongd 7.f3 c6 8.c4 cxd5 9.cxd5 Rif4 10.Bc2 d6 11.Ric3 Bd7 12.g3 Rig6 13.Rige2 b5 14.a4 b4 15.Rid1 a5 16.b3 Bh3 17.Rg1 h5 Ilt er at siga nakað serligt um hesa jøvnu støðu. Svartur tykist í øllum førum ikki at hava nakrir trupulleikar og telduforritið Fritz 7 sigur eisini støðuna vera javna 18.Rib2 Rid7 19.000 Rc8 20.Ric4 Ric5 21.Bxc5 Rxc5 22.Kb1 Rif8 23.Ric1 Bd7 24.f4 Bg4 25.Rdf1 Rid7 26.Rid3 Støðumynd
Støðumynd eftir 26.Rid3
26...Rxc4 Áhugavert offur. Hvítur fær opna kongastøðu, men við røttum verjuspæli, eigur hvítur at vinna. 27.bxc4 Fb6 28.Ff2 b3 29.Bd1 Bxd1 30.Rxd1 Fa6 31.Rc1 Bf6 32.Rgd1 00 33.fxe5 Rixe5 34.Rixe5 Bxe5 35.c5 dxc5 36.Rxc5 Fb6 37.Fe3? Rd3 hevði verið betur. Høi sær nú tíbetur fyri Helga ikki besta leikin 37...Bd6? Fb4! er kanska vinnandi leikur. Hvíta a-finnan fellur og svørtu frífinnurnar tykjast avgerandi 38.Rc3 Fb4 Ov seinur! 39.Rd4 Fb7 40.Rxb3 Fd7 41.Rb5 Rc8 42.Fb3 Fc7 43.Rd1 Fe7 44.Fd3 Fa7 Støðumynd
Støðumynd eftir 44...Fa7
45.e5! d-finnan verður avgerandi. Helgi telvar seg her eftir leikandi lætt til sigurs 45...Bxe5 46.d6 Bf6 47.d7 Rd8 48.Rxh5 g6 49.Rb5 Kg7 50.h4 Ff2 51.h5 gxh5 52.Rb3 Fg2 53.Ff3 Fh3 54.g4 Fh2 55.gxh5 Be5 56.Rh1 Fd2 57.h6+ Kh8 58.Rd1 Fh2 59.Fxf7 Fe2 60.Fe8+ Kh7 61.Fe7+ 10