Ein imamur í Danmark, Imam Mohammad Jammal, er dømdur 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at niðra samkynd í tveimum tíðindabløðum í Danmark.
Tey samkyndu blivu niðrað í Jyllands-Postinum og í Skive Folkeblad av imaminum, sum sjálvur er úr Skive. Tí hevur rætturin í Viborg dømt hann 14 daga treytaða fongsulsrevsing umframt, at hann skal rinda fyri sakarmálskostnaðin.
Hann sleppur undan at fara í fongsul, um hann einki annað ólógligt ger í eitt ár. Dómurin er strangari enn aðrir dómar fyri at niðra bólkar eftir rasismuparagraffini. Vanliga verða fólk revsað við dagbøtum her, og ikki við fongsulsrevsing.
Men ákærin Ulrik Panduro kravdi, at maðurin fekk treytaðan dóm, tí hann í greinunum samanlíknaði samkyndleika við pædofili og. Í Skive Foleblad samanlíknaði imamurin samkyndleika við djórasex, og í Jyllands-Postinum við pædofili.
/ritzau/