Tað næstan ikki ein dystur í Premier League í hesum kappingarárinum, uttan at tað er dramatikkur og øði um VAR, sum er dómarahjálp við sjónbandi. Í dag er sjálvt venjarin hjá liðnum, sum fekk brotsspark, samdur í at hetta má steðgast.
Tað er í dystinum millum Tottenham og Newcastle í dag, at dómarin eftir hjálp frá VAR dømur brotsspark til Newcastle í evstu løtu. Eric Dier verður dømdur fyri at hava brúkt hondina, men hann hevur ryggin til og roynur bara at skalla bóltin. Nýggja reglugerðin er strammari viðvíkjandi brúk av hond, enn hon var frammanundan.
Eftir at hava tosað eina løtu við VAR-rúmið, fer dómarin yvir til skermin við vøllin. Her blívur hann samdur við dómararnar í VAR-rúminum um at døma brotsspark. Newcastle javnar til 1-1, sum eisini verður úrslitið.
##med2##
- Eg skilji væl øðina hjá Tottenham. Eg burdi verið glaður, men eina ferð fáa vit ein í móti okkum. Kanska vit, venjararnir, burdu fari í felag til leiðsluna í Premier League, og biðið teir gevast við hesum, sigur Steve Bruce, venjari hjá Newcastle.
Venjarin hjá Tottenham, José Mourinho, vildi ikki úttala seg um støðuna. Hann helt fyri, at hann vildi heldur geva pengar til vælgerandi endamál, enn at siga nakað býtt og fáa bót frá enska fótbóltssambandinum.
Serfrøðingar sum Gary Lineker og Jamie Carragher, hava í dag víst sína ónøgd við VAR. Fyrrnevndi vil hava gamla spælið aftur, meðan Jamie Carragher hevur kallað avgerðina fyri eina skomm. Fyrrverandi miðverjin hjá Liverpool heldur hvør enn so stýrir hesum, so skal tað steðgast alt fyri eitt.
Met fyri brotsspørk í einum kappingarárið í Premier League er 106. Ein útrokning sigur, at við støðuni í løtuni gevur áleið 250 brotsspørk hetta kappingarárið, um gongdin heldur fram.