Influensa A
Rógvi Nybo
Krímið tykist ikki at vera álvarsligari enn vanligt vetrarkrím og kann viðgerast við antiviralum heilivági. Landslæknin metir, at yvirhøvur eiga fólk ikki at óttast smittuna, men leggur dent á, at støðan skjótt kann broytast og tí eiga vit ikki at vera líkasæl.
- Vit hava sum áður frásagt nóg mikið av antiviralum heilivági á goymslu í Føroyum, bæði tá ið tað snýr seg um Tamiflu, Relenza og Amantadin, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.
Í einum yvirliti frá heimsheilsustovninum WHO verður staðfest, at kring heimin hava 60 fólk mist lívið orsaka av Influensu A. Krímið hevur spjatt seg yvir allan heimin, og í vikuskiftinum var Influensa A staðfest í Noreg. Talan var um ein mann og eina kvinnu, ið eru undir hægri lestri í Meksiko. Tey eru í viðgerð, og støðan hjá teimum er batnað munandi.
Landslæknin og føroyska heilsuverkið í heila tikið fylgja neyvt gongdini, tí talan er framvegis um eitt nýtt og ókent virus. Møguliga kann virusið mutera og tað kann hava týdning fyri, hvussu virkin viðgerðin verður framyvir. Tí stendur tilbúgvingin við og heitt verður á øll, ið hava illgruna um, at tey hava Influensa A at seta seg í samband við kommunulæknan.