in.fo fyllir eitt ár
Í dag er eitt ár liðið, síðani tíðindasíðan in.fo hjá Miðlahúsinum sá dagsins ljós. Dagin fyri endaði samstarvið millum Føroya Tele og Miðlahúsið um Portal.fo, sum Miðlahúsið hevði røkt seinastu 13 árini.
Tað var sum vera man ein sera stór avbjóðing hjá okkum í Miðlahúsinum at byggja upp eina spildur nýggja heimasíðu av berum. Tey 13 árini, Miðlahúsið røkti Portalin, vaks síðan frá at vera ein lítið vitjað síða, til at vera tann so nógv størsta og einaráðandi tíðindaheimasíðan í Føroyum – tann síðan, sum øll lósu.
Tí var avbjóðingin sera stór, tí vit skuldu kappast við ta síðuna, sum vit sjálv høvdu uppbygt – og spurningurin var, um tað ber til at endurtaka eina slíka suksé.
Og jú, tað ber væl til.
Hetta seinasta árið hava vit lagt 14.378 greinar á info, tað svarar til 40 greinar um dagin. Vit hava lagt 944 myndatema út, tað svarar til 2,6 um dagin. Í teimum eru tilsamans 23.500 myndir, sum svarar til 65 myndir um dagin. Taka vit allar mydirnar tilsamans, so eru tær 37.878 ella 105 myndir um dagin. Greinar á in.fo eru vístar millum 1 millión og 1,5 millónir ferðir um vikuna hetta fyrsta árið.
Ein síða sum in.fo verður sjálvsagt ongantíð »liðug« – soleiðis at merkja, at hon er alla tíðina í støðugari menning. Tað henda broytingar hjá okkum hvønn mánað.
Seinastu tíðina hava vit roydnarkoyrt videopartin, eitt nú við fótbólti og í minni mun eisini annað tilfar. Hetta er ein partur av virkseminum, sum verður mentur komandi tíðinda.
Fólk nýta fartelefonina í stóran mun at hyggja eftir videobrotum, og tí er hetta ein partur, sum, sum hevur høga raðfesting í Miðlahúsinum.
Vit í Miðlahúsinum fegnast um móttøkuna, sum info hevur fingið – og tað frøir okkum, at eingin síða í Føroyum hevur verið so væl móttikin eftir so stuttari tíð – og hevur vaksið seg so skjótt so stóra, sum in.fo hevur gjørt hetta seinasta árið.
Vit vilja gera alt fyri at vera fyrst og fremst!