Ingálvur á trimum málum

Listasavn Føroya hevur í dag givið nýggja, altjóða bók út um listamannin Ingálv av Reyni og verk hansara. Danin Mikael Wivel hevur skrivað bókina

Bókaútgáva

Rógvi Nybo

[email protected]


Ein av størstu listamonnum Føroya, Ingálvur av Reyni, hevur í dag fingið sítt pláss í einari stórari altjóða bók. Bókin, sum inniheldur mestsum øll listaverk hansara, líka frá fyrstu, intimu málningunum av familju og húsum, har hann búleikaðist, til teir seinastu, stóru og dapru málningarnar, er útgivin av Listasavni Føroya.

Tað er danin Mikael Wivel, sum hevur skrivað bókina, og í somu bók stendur allur teksturin á føroyskum, donskum og enskum. Talan er sostatt um eina altjóða bók.

Fyri tulkingina av Ingálvi av Reyni, heldur Mikael Wivel sjálvur at tað er sera gevandi, at hann er ein dani, sum kemur uttanífrá og hyggur upp á hann við donskum og altjóða eygum.

- Hetta er besta boðið, Føroyar hava upp á ein altjóða stórmálara. Hann var á ein hátt ein paradoksalur maður. Eg havi sæð filmin um hann, har hann gongur á gøtunum í Havn og heilsar upp á fólk, lyftir keppin av og heilsar blídliga. Hann syngur eisini í Brøðrasamkomuni, og hevur eina milda rødd. Hann er har ein øgiliga mildur maður. Men má hann so kemur heim, málar hann upp á ein brutalan máta, og »oyðileggur« vøkur ting. Hann sigur, at »tað má ikki verða for vakurt«, greiðir Mikael Wivel frá.


Stórur dagur í Listaskálanum

Í samband við at bókin um Ingálv av Reyni verður givin út, letur eisini ein listaframsýning við málningum hjá honum upp í Listaskálanum. Ingálvur av Reyni málaði nógv, og er talan um eina stóra framsýning.

Helgi Fossádal greiðir frá, at hetta er ein stórur dagur í Listaskálanum, tí í samband við framsýningina, er tað fyrsta ferð, síðan Listaskálin lat upp, at høvuðsverkið hjá Mikines er flutt úr »pyramiduni«, og nú er tað Ingálvur, sum hevur sítt pláss har.

Málningarnir hjá Ingálvi fylla tað mesta av Listaskálanum, og umframt hansara verk hanga eisini listaverk hjá millum annað Mikines, Ruth Smith og øðrum, sum hann í síni tíð eisini hevur arbeitt saman við.

Listaframsýningin er opin í Listaskálanum inntil 1. mars, tá framsýningin fer niður til Danmarkar.