Tað slapst ikki undan, at Inger Støjberg fór at melda seg úr Vinstra, eftir at leiðslan í flokkinum atkvøddi fyri einum ríkisrættarmáli ímóti henni.
Tað sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari.
– Spurningurin hevur ikki verið, um hon fór úr Vinstra, men um hon fór í ein annan flokk. Hon hevur so valt í fyrstu syftu at vera uttanflokka.
– Men at tað fór at slitna millum Vinstra og floksins fyrrverandi næstforkvinnu og stóra atkvøðuslúkin slapst ikki undan, sigur Hans Engell.
Men hann heldur útmeldingina hjá henni verða »merkta av beiskleika« millum Inger Støjberg og nú fyrrverandi flokk hennara.
Framtíðin verður tó ikki sum uttanflokka tingfólk, metir Hans Engell.
– Sum eg kenni Inger Støjberg, er hon ikki ein, sum hevur ætlanir um at fara úr politikki. So eg verði ikki ovfarin, um vit fara at síggja hana sum lim í tingbólkinum hjá Dansk Folkeparti ella Nye Borgerlige, sigur hann.
Hans Engell metir, at hon sær fyrimunir í báðum flokkum.
– Nye Borgerlige er ein lítil bólkur, og viðurskiftini millum Pernille Vermund og Inger Støjberg eru rættiliga góð. Tey hava eisini nýtt nógvar kreftir at stríðast fyri málinum hjá Inger Støjberg.
– Tað hava tey í Dansk Folkeparti eisini gjørt. Tey hevur hon eisini góð viðurskifti við. Tað, sum talar fyri Dansk Folkeparti er, at tað er ein stórur, eldri flokkur við einum bygnaði og einum baklandi, sum Støjberg kennir úr mið- og vestur-Jylland, sigur Hans Engell.
Í gjár atkøvddi ein meiriluti í Fólkatinginum fyri, at ríkisrættarmál skal reisast ímóti Inger Støjberg fyri ólógliga at hava skilt sundur flóttapør.
/ritzau/