Ingi gevst í Birmingham

- Ingi er tilvitaður um, hvat hann vil við fótbóltinum, og hann vil sleppa at spæla dystir. Hann hevur ikki av álvara fingið kjansin í Birmingham, og tí vildi hann sjálvur sleppa úr sáttmálanum, so hann kann koma víðari, sigur Jákup í Stórustovu, umboðsmaður


Í morgun boðaði enska felagið Birmingham City frá, at føroyski spælarin Ingi Højsted gevst í felagnum. Partarnir høvdu ein mánað eftir av sáttmálanum teirra millum, men semja er um at gevast við samstarvinum beinanvegin.
- Ingi er tilvitaður um, hvat hann vil við fótbóltinum, og hann vil sleppa at spæla dystir. Hann hevur ikki av álvara fingið kjansin í Birmingham, og tí vildi hann sjálvur sleppa úr sáttmálanum, so hann kann koma víðari, sigur Jákup í Stórustovu, umboðsmaður.
20 ára gamli Ingi Højsted fór til Onglands at spæla fótbólt seint í fjør, og frá árskiftinum var hann alment Birmingham-spælari. Sáttmálin við enska stórfelagið var galdandi í fimm mánaði í fyrstu atløgu, men nú eru seinastu vikurnar av avtaluni annuleraðar.
 
Ikki vist at hann kemur heim
Ingi fekk ongantíð av álvara fótin fyri seg í Birmingham. Hann var skaddur fyrstu tíðina, spældi síðani við eykaliðnum, gjørdist aftur skaddur, og seinastu vikurnar er hann als ikki sloppin fram at á eykaliðnum, hóast hann hevur verið klárur at spæla. Samanlagt spældi hann ein hálvleik við eykaliðnum hjá Birmingham.
- Ingi vildi sleppa úr Birmingham, tí hann vil meira við fótbóltinum enn bara at sita á beinkinum. Tí hava vit gjørt eina avtalu við felagið um at gevast við samstarvinum beinanvegin, og nú tosa vit við onnur feløg um møguligt samstarv, sigur Jákup í Stórustovu.
Kemur Ingi heim til Føroya at spæla nú?
- Fleiri feløg hava sýnt honum áhuga, og møguleikar eru bæði í Føroyum og uttanlands. Men eingin avgerð er tikin um hetta enn. Tað ganga nakrir dagar, áðrenn avgerðin verður tikin.
Kemur Ingi Højsted heim til Føroya at spæla, er tað ikki ósannlíkt, at hann endar aftur í B36, har hann var stuðulsspælari á liðnum, sum vann FM í fjør.