Tað er nú greitt, at Ingi Rasmussen heldur fram sum hjálparvenjari hjá HB. Felagið hevur eisini skrivað sáttmálar við fleiri av yngru leikarunum, sum skulu mynda framtíðina. Teir tríggir, sum hava skrivað sáttmála eru Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen og Óli Arge, umframt at kreppunevndin hevur skipað seg.
Tað er hent nógv í HB síðani felagið setti kreppunevnd at bjarga felagnum úr fíggjarligum óskili. Alex José dos Santos er komin úr EB/Streymi, meðan Rógvi Holm og Andrew av Fløtum hava longt sínar sáttmálar.
Eftir kappingarlok í fjør kundi felagið kunngera, at Sigfríður Clementsen heldur fram sum venjari, og nú er greitt, at Ingi Rasmussen somuleiðis heldur fram sum hjálparvenjari. Ingi Rasmussen spældi sjálvur í nógv ár á miðvøllinum hjá HB.
Felagið boðar eisini frá at Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen og Óli Arge halda fram í felagnum. Allir hava roynt seg á besta liðnum áður og verða mettir sum framtíðarleikarar. Umframt teir, so hava Jógvan Rói Davidsen, Jógvan Skeel Nolsøe, Sørin Samuelsen, Magnus Egilsson og Jákup Slættalíð eisini skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár. Í novembur skrivaði landsliðsleikarin, Christian R. Mouritsen eisini sáttmála við HB.
Sokallaða kreppunevndin hevur eisini skipað seg. Nýggjur formaður í Havnar Bóltfelag er Finnbogi Arge. Børg B. Hansen verður næstformaður, Jóannes Mouritsen heldur fram sum peningarøkil, eins og Jákup Eli Thomsen heldur fram sum skrivari. Harumfram eru Dánial Pauli Davidsen, Heri Nolsøe, Eyðun Samuelsen og Bjarni Joensen eisin í nevndini. Varalimir eru Bent Tommy Linklett og Eyðun Christiansen, skrivar heimasíðan hjá HB.