Ingi Olsen skal venja Neistan

Mansliðið hjá Neistanum fær nýggjan venjara. Ingi Olsen úr Vestmanna hevur gjørt avtalu við felagið.

Hesum hevur Neistin boðað frá í tíðindaskrivið.
Ingi er best kendu sum ein tann besti spælarin, ið Føroyar hava havt, men hann hevur tó eisini áður roynt seg sum venjari. Hann hevur í fleiri umførum verið spælandi venjari hjá VÍF, og í fyrraárið var hann eisini venjari hjá Neista-kvinnunum, sum hetta árið vunnu steypakappingina.
Ingi sigur, at hann sær hetta sum eina spennandi uppgávu við nøkrum spælarum, ið hava potentialið til at koma heilt langt.