Nýggja 5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, Ingibjørg, hevur av álvara gjørt um seg í Klaksvík í dag.
Í genturóðrinum í barnakappingini vann Ingibjørg, og hesin báturin vann eisini í dreingjaróðrinum í barnakappingini.
Á 500 metra teininum var Ingibjørg tað mesta av tveimum bátslongdum undan Falki úr Hósvík, sum var eina bátslongd frammanfyri Firild av Tvøroyri.
Beinta úr Miðvági vann kappingina um fjórða plássið á Jallinum, sum var ein stóran skut undan Ternuni hjá Róðrarfelagnum NSÍ.
1. Ingibjørg 02.29.24
2. Falkur 02.34.06
3. Firildur 02.37.03
4. Beinta 02.41.06
5. Jallurin 02.43.04
6. Ternan 02.44.05
7. Svalan 02.47.05
8. Ørnin 02.54.08
9. Tekla 02.55.07
10. Knúkur 03.07.10