Hon hevur sligið sítt egna met seks ferðir í ár. Hon eigur føroyska metið, sum er 10,67 metrar. Tað setti hon á Svangaskarði í mai mánaði, og sunnudagin varð krúnan sett á verkið, tá hon vann bronsuna á Gotlandi.
Tað er sjálvandi kúluvarparin Ingibjørg Poulsen úr Saltangará, sum sunnudagin tryggjaði Føroyum tað fyrsta heiðursmerkið á hesum oyggjaleikunum, tá hon tveitti kúluna 10,50 metrar. Tað var nóg mikið til eitt triðja pláss, og Ingibjørg bleiv sostatt fyrsta føroyska kvinna, sum vann eitt heiðursmerki í frælsum ítrótti.
Bert eina ferð fyrr hava tað ikki bert verið menn, sum hava umboðað Føroyar í frælsum ítrótti á oyggjaleikum. Tað var í 1991 á Álandi, tá Margreth Augustinussen úr Vági var við sum rennari.
Ingibjørg Poulsen hevði ikki nógvar trupulleikar av at kasta seg í finaluna sunnudagin. Átta komu víðari, og eftir innleiðandi kappingina átti Ingibjørg næstbesta kastið. Í finaluni vann ein av Gotlandi rættiliga trygt við einum kasti, sum var heilar 12,08 metrar. Silvurið fór til eina av Isle of Wight, sum tveitti kúluna 10,68 metrar, og triðbesta kastið upp á 10,50 metrar var altso føroyskt.
? Hatta hevði eg ikki roknað við, og eg eri sjálvandi ótrúliga væl nøgd, segði Ingibjørg Poulsen.
Tá teir ymsu luttakararnir meldaðu til kappingina, góvu teir teirra besta kast við. Teirra sonevnda Personal Best í 1998 skuldi við í tilmeldingina, men so at siga allir kastararnir høvdu misskilt hetta og bert givið teirra besta kast, og fleiri av hesum vóru rættiliga gomul.
Av tí sama høvdu seks aðrar kvinnur meldað til við einum betri kastið enn Ingibjørg. Men tað vísti seg rættiliga skjótt, at støðið ikki var heilt so høgt, sum roknað varð við frammanundan. Eitt nú hevði ein av teimum, sum »á pappírinum« skuldi verið millum tær bestu, havt sítt besta kast heilt afturi í 1991?
Ingibjørg Poulsen hevur havt eitt sera gott vár, har hon hevur sligið føroyska metið í kúluvarpi fleiri ferðir. Hon er annars ein av teimum heilt fáu kvinnunum í Føroyum, sum fæst við annan frælsan ítrótt enn renning.
? Tað var eitt serligt upplivilsi at vera við í eini veruligari kapping, sigur Ingibjørg, sum ikki hevur roynt hetta fyrr.
? Men tú kappast fyrst og fremst móti tær sjálvari. Um tú hyggur ov nógv eftir, hvussu hinar klára seg, klárar tú teg ikki nóg væl sjálv, sigur Ingibjørg, sum nú eisini ætlar at royna seg í sleggju og klingru fram móti næstu oyggjaleikunum.
Annars bleiv Ingibjørg tað fyrsta av føroysku ítróttarfólkunum, sum bleiv heilt »liðugt« á hesum oyggjaleikunum. Hon er bert við í kúluvarpi, og nú tann kappingin er av, og við góðum føroyskum úrsliti, verður hon áskoðari teir dagarnar, ið eftir eru av leikunum.
? Ja, nú ætli eg mær at hyggja eftir hinum og kanska sóla mær eitt sindur.
Veðrið er gott á Gotlandi, men hon kann nú eisini sóla sær í succes. Tvey tey fyrstu heiðursmerkini hjá Føroyum á hesum leikunum komu í frælsum ítrótti, hvørs umstøður heima í Føroyum hava fingið nógva umrøðu í seinastuni. Hetta var best hugsandi aftursvar hjá teimum ídnu ítróttarfólkunum, sum fáa okkum at hugsa um, hvat tað ikki kann blíva til, høvdu venjingarumstøðurnar í heimlandinum verið betri.