Ingibjørg í stórum stíli

Genturnar í Havnar Róðrarfelag vunnu sera sannførandi sigur á ólavsøku og harvið hava tær vunnið allar róðrarnar

Soleiðis sum tað var hjá dreingjunum, so var tað eisini hjá gentunum, tá ið tær kappaðust í barnaróðrinum á ólavsøku.

Ingibjørg vann, og harvið hava genturnar hjá Havnar Róðrarfelag vunnið allar róðrarnar í ár.

 

Ingibjørg sprakk avstað og longu eftir fimtan tøk var munurin aftur til næsta bátin tað mesta av einari bátslongd.

Sigurin varð ongantíð hóttur, og Ingibjørg vann í stórum stíli. Tá ið bátarnir fóru um málið var tað hálvonnur bátslongd ella meiri enn tað aftur til næsta bátin.

 

Úrslitini í barnaróðrinum hava alt róðrarárið boðað frá, at tað stendur væl til millum tey yngstu í Havnar Róðrarfelag. Í dag varð prikkurin settur yvir iið á tann hátt, at tað var Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann kappingina um næstfremsta plássið ímóti Pílinum hjá Róðrarfelagnum Knørri.

 

Ingibjørg hevur vunnið allar sjey róðrarnar í summar. Harvið hava genturnar fyri fleiri vikum síðani tryggjað sær FM heitið. Í dag vunnu tær á ólavsøku, og tað fær ikki verið betri hjá ungu gentunum í høvuðsstaðnum.

 

1. Ingibjørg 2.59.43

2. Sílið 3.03.22

3. Pílur 3.04.22

4. Frúgvin 3.05.49

5. Spógvin 3.07.20

6. Svalan 3.07.34

7. Firvaldur 3.08.36

8. Fípan Fagra

9. Kjógvin

10.Falkur

11.Ørnin

12.Knúkur

13.Kollur

 

FM úrslitið

1. Ingibjørg (FM) 35

2. Firvaldur 27

3. Spógvin

4. Frúgvin 20

5. Svalan 17

6. Sílið 16

7. Pílur 15

8. Fípan Fagra 12

9. Falkur 5

10.Havfrúgvin 4

11.Ørnin 3