1. august tekur Ingibjørn Eldevig (myndin) úr Fuglafirði við sum fyristøðumaður á føroyska sjómansheiminum Hotell Ørkin í Reykjavík.
Ingibjørn er 64 ára gamal og er giftur við Mariu. Hann hevur starvast 38 ár hjá politinum.
Ingibjørn avloysir Hans Michael í Mittúni, sum í summar hevur verið tvey ár á Ørkini.
Ætlanin er, at teir báðir skulu starvast saman í eina tíð, har Hans Michael skal seta Ingibjørn inn í arbeiðið.
Hotell Ørkin er væl dámt stað hjá føroyingum at gista í, og at koma saman, tá serlig tiltøk eru fyri føroyingar á sjómansheiminum.