Sjónvarpsmaðurin Ingolf S. Olsen bjóðar seg fram fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi tann 19. januar næsta ár. Tað skrivar Dimmalætting í dag.
- Eg havi altíð sagt, at hevur tú hug at broyta okkurt ítøkiliga, skalt tú fara upp í politikk. Sum journalistur broytir tú einki og roynir tú at fremja ávís politisk áhugamál í duldum sum journalistur, so ert tú óerligur, sigur hann við Dimmalætting.
Ingolf S. Olsen veit, at tað kann fáa fakligar avleiðingar at stilla upp. Hann leggur hinvegin dent á, at journalistar, sum royna seg sum politikarar, kunnu arbeiða við øðrum enn politikki.
- Eg fari so ikki at arbeiða við politikki sum journalistur í langa, langa tíð, sigur hann við Dimmalætting.
Ingolf S. Olsen er í løtuni í farloyvi úr Kringvarpinum.