Ingolf S. Olsen verður tingmaður aftur í dag

Í eitt gott ár – frá 21. september í 2015 til 24. oktober í 2016 hevði Magni Arge, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, farloyvi úr Løgtinginum. Hetta tíðarskeiðið sat Ingolf S. Olsen í sæti hansara sum varamaður.

 

Magni Arge er varamaður fyri Høgna Hoydal á Fólkatingi, og sambært innanhýsisreglum hjá Tjóðveldi ber tað ikki til hjá einum persóni at røkja bæði størvini.

 

Magni Arge hevur ikki dult fyri, at hann fegin vildi røkt bæði størvini, tí hann heldur, at tað stuðlar upp undir parlamentariska arbeiði í báðum tingunum, at tú er umboðaður bæði á Fólkatingi og á Løgtingi.

 

Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur Magni Arge tó havt farlovyi úr Fólkatinginum, og hevur Tórbjørn Jacobsen verið í hansara stað. Men 1. januar tók Magni Arge aftur við fólkatingsesssinum. Síðani tá hevur Løgtingið ikki verið saman, og tá ber ikki til fáa farloyvi.

 

Men á tingfundinum, sum verður í dag klokkan 11, fer Magni Arge at biða løgtingið um farloyvi, og í hansara stað møtir aftur Ingolf S. Olsen.

 

Tað hevur ligið í kortunum, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík fer at taka sæti aftur á tingið. Men tað verðu ikki í dag.